Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2026 17:38

Reisigildið: Eyðabø – ein nýggjur býlingur (Myndarøð)

F.v.: Jógvan Dávid Jacobsen (P/F Varðin), Rógvi Sjúrðarson Holm (Búsetur), Per Martin Gregersen borgarstjóri í Eysturkommunnu og Hallur Hansen (Búsetur). Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag varð flaggað við Merkinum í Norðragøtu, tá ið ovastu íbúðarblokkarnir á Eyðabø, vórðu reistir. Í tí sambandi varð lítil hátíðarhald hildið á staðnum seinnapartin í dag.

Tað var annars tann 19. juni í 2024, at fyrsta flagið til verkætlanina Eyðabø varð loyst. 

Tað er P/F Varðin í Gøtu sum stendur aftanfyri verkætlanina, meðan byggifyritøkan P/F Búsetur hevur staðið fyri sjálvum arbeiðinum.

Í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir settar upp. Møguleiki er tó fyri at byggja 20 íbúðir afturat um tørvur skuldi verið á tí.

Niðastu íbúðirnar, sum standa á vegnum við Sjúrðagøtu, eru um at verða lidnar. Og verða tær klárar at flyta inn í í september. Meðan tær ovaru, har reisigildið var í dag, verða eftir ætlan klárar til januar komandi ár.

Nýggj heimasíða er eisini gjørd til íbúðarblokkarnar, har tilfar o.a. um íbúðirnar kann finnast.

Høvið verður eisini at teknað seg upp til eina íbúð umvegis heimasíðuna og fer tann skipanin fer at rigga innan stutta tíð. 

Heimasíðan sæst her: https://eydabo.fo

Les eisini: Fyrsta flagið loyst til verkætlanina Eyðabø

Myndir: Eysturoyarportalurin