Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.04.2026 22:43

Olaf skeyt mál fyri Sandnes Ulf (Video)

Mynd: Sandnes Ulf

Ungi gøtumaðurin, Olaf Bárðarsson, sum skifti ljósabláu Víkinga troyggjuna út við ljósablásu Sandnes Ulf troyggjuna aftaná seinasta kappingarár, skeyt í kvøld sítt fyrsta mál í norsku næstbestu deildini, OBOS ligaen. Tað var hann sum legði lið sítt á odda í 64 minutti við einum sera góðum einmansavrikið.

Sandnes Ulf vann dystin 2-0, og var hetta eisini fyrstu stigini hetta kappingarárið eftir at tveir teir fyrstu dystirnir báðir blivu taptir.

Sí hæddarpunkt og málið her: Lyn 0 – 2 Sandnes Ulf