Mentamálaráðið
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, vitjaði mikudagin á Listasavni Føroya, har stýrið fyri Listasavnið, Landsverk og Búsetur hava sett gongd á verkætlanina at útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya.
Tørvur er á at útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya, og eg eri sera fegin um, at verkætlanin nú er farin í gongd, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at eitt barnahús verður partur av útbygda Listasavninum. Í barnahúsinum verða savnstænastur til børn og ung, og barnagarðar og skúlar fáa góðar umstøður, tá tey vitja Listasavnið.
Vit eru sera spent upp á útbyggingina og ikki minst gleða vit okkum til barnahúsið. Nógv børn og ung vitja á Listasavninum, og við barnahúsinum kunnu vit miðla myndlistina og skapa góðar listaupplivingar til børn og ung, sigur Solveig H. Olsen, stjóri á Listasavni Føroya.
Umframt barnahúsið verða umstøðurnar til listaframsýningar munandi betri. Listasavnið verður útbygt við einum tilbygningi suðureftir, og gamli listaskálin verður umvældur og umbygdur, so hann lýkur nútíðar krøv til listasøvn.
Uppskotið um at útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya varð einmælt samtykt, tá málið var fyri í Løgtinginum í februar í ár. Tilgongdin byrjaði fyri 5 árum síðani, og hesa tíðina hevur arbeitt verið við at fyrireika útbyggingina og at fáa til vegar fígging. Byggiverkætlanin er mett at kosta 70 mió. kr., og landsins partur av kostnaðinum er 24,3 mió. kr.
Listasavnið verður nógv vitjað, bæði av føroyingum og ferðafólki. Hóast farið nú verður undir byggiverkætlanina, so er Listasavnið framvegis opið, tó at virksemið verður nakað skert komandi tvey árini.
