Hann hevur júst rundað sín dyst nummar 700 í vaksmannafótbólti.
Sølvi Vatnhamar er enn ein av berðandi kreftunum á besta liðnum hjá felagsliðnum úr Leirvík og Gøtu – Víkingi. Og ein legenda, ikki bara í Sarpugerði, men í føroyskum fótbólti.
Eysturoyarportalurin hittið fryntliga og arbeiðssama leirvíkingin, sum fer at rundað tey 40 árini tann 5. mai, til eitt kaffiprát í vikuni.
Hann greiður frá, at hann leikti sín fyrsta dyst í vaksmannadeildini, 17 ára gamal, á Krossinum í Sumba tann 7. september í 2003 fyri barndómsfelagið LÍF.
Ein dystur sum hann minnist væl og enn stendur sterkt í minninum.
Hann leikti sveepari allan dystin og vann LÍF kanska heldur óvænta 2-3.

Síðani tá, hevur Sølvi verið við til at myndað føroyskan fótbólt í ríkiligt mát, bæði í føroysku bestu deildini og á landsliðnum.
Hann sigur, at tað er hugurin og alskurin til fótbóltin sum ger, at hann tímur at blíva við. Hetta er hansara 24 kappingarár á hægsta stigið og enn er kroppurin væl fyri og hugurin enn tann sami, sigur hann.
Hann sigur eisini, at hann bert einaferð hevur verið álvarsliga skaddur, og tá var hann úti í mest sum eitt heilt ár við einum knæskaða. Annars hevur hann ikki verið nakað serliga skaðadarvaður, og hevur tað eisini viðført, at hann hevur fingið so nógvar dystir í beinini øll hesi árini.
Eitt annað, sum eisini er ein partur av fótbóltsspælinum, eru tey gulu og reyðu kortini, sum geva leikbann.

Sambært yvirlitinum hjá Faroesoccer, so hevur Sølvi fingið 60 gul kort og einki reytt í best deildini.
Einasta reyða kortið á yrkisleiðini í liðfótbólti var í Europa League dystinum móti finska Inter Turku í 1-1 javnleikinum á Svangaskarði í 2013. Tá fekk hann tvær ferðir gult kort í dystinum og varð vístur av vølli í 81 minutti.
Hann sigur, at tað hevur verið stuttligt at leikt øll hesi árini og hevur tað eisini givið frukt í gullið og skreytum.
Hann hevur vunnið FM heitið 3 ferðir og Løgmanssteypið heili 6 ferðir. Hann hevur eisini vunnið “Ársins leikari” 4 ferðir (2016, 2017, 2022 og 2023) samstundis sum at hann hevur verið toppskjúttið í bestu deildini 2 ferðir.
Umframt tað, so hevur hann eisini hópin av øðrum metallið, enn gullið, liggjandi heima undir væðingini onkustaðni.
Hann fekk sín fyrsta A-landsdyst undir Lars Olsen, niðri á Ta´Qali National Stadium á Malta, í einum vinardysti í 2013.

Hann er skrásettur at hava leikt 79 A-landsdystir og skotið 2 mál. Og so fekk hann eisini eitt reytt kort móti Luksemborg á heimavølli í 2022.
Hann er eisini søguligur við tað, at hann leikti síðsta dyst nakrantíð fyri LÍF í søgu felagsins. Tað var tann 20. oktober í 2007 móti FS Vágum uppi á brekku í Leirvík. Ein dystur sum endaði 5-0 til heimaliðið. Har eisini m.a. nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, skeyt hattrick.
Og so leikti hann eisini fyrsta dyst fyri nýggja felagsliðið, Víking, í Sarpugerði árið eftir, tann 31. mars í 2008. Ein dystur móti B68 og sum endaði 4-1 til felagsliðið úr Eysturkommunu.
Í kvøld er so møguleiki, at hann kann leggja afturat dystartalinum, tá ið Víkingur tekur í móti AB á heimavølli í steypakappingini.
Um so er, so kemur hann upp á 702 dystir tá ið dagurin er av.
