Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.04.2026 22:06

Atgongumerkjasøla Føroyar – Bosnia-Hersegovina

Hondbóltssamband Føroya

Mánadagin 20. apríl kl. 10.00 koma atgongumerkini til HM play-off-dystin hjá monnum millum Føroyar og Bosnia-Hersegovina til sølu. Dysturin verður leygardagin 16. mai kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

Møguleiki verður at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.

Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.