Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.04.2026 11:52

Carsten Joensen úr Eysturskoti í einum flokki fyri seg

Mynd: Eysturskot

Eysturskot

Tað óstøðuga og váta veðrið av landsynningi leygardagin, við nógvum vindi og regni, steðgaði ikki Carsten Joensen. Hann lat ongan iva vera um, hvør rætti víkingurin í Nordisk Trap er.

Tá avtornaði var Carsten Joensen heilar 15 dúgvur frammanfyri vinnaran frá seinastu Víkingakapping, nevniliga stórabeiggjan Alex Johannesen. Carsten rakti 95 dúgvur, meðan Alex rakti 80 dúgvur.

Nummar 3 gjørdist Torkil Eli Ternustein við 73 dúgvum – allir tríggir úr Eysturskot.

A-Bólkin vann formaðurin í Eysturskoti, Jónstein Johannesen. Honum á bakið kom beiggin, Áslakur Johannesen og bronsuna í A-bólkinum tók Eirikur Elisson, somuleiðis úr Eysturskot.

Alt í alt var talan um eina sera krevjandi kapping fyri skjúttarnar. Dúgvurnar flugu ofta tilvildarliga, og skjúttin skuldi vera klárur upp á tað mest ekstrema og óútrokniliga.

Spjaldur