Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2026 14:45

Tilmelding til SIMBA legurnar letur upp í morgin

Trúboðin

Í morgin kl. 12:00 letur tilmeldingin upp til SIMBA-summarlegurnar 2026. Legurnar, sum eru hvørt summar, eru sera væl umtóktar, og tí ræður um at gera skjótt av, tí fleiri av legunum verða skjótt fult teknaðar.

SIMBA-summarlegurnar eru ikki bara í Nesvík, men eisini eru legur á Giljanesi, í Porkeri – og sum nakað nýtt verður eisini ein summarlega í Dali á Sandoynni í ár. Hetta er ein sera góður møguleiki hjá børnum at fáa nýggjar upplivingar og knýta vinarbond við onnur børn kring alt landið.

Tilmeldingin letur upp 11. apríl kl. 12:00 á mission.fo/tilmelding

Les meira um SIMBA-legurnar her.

Spjaldur