Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.04.2026 22:58

EM-endaspælið staðfest

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.

Tað er eisini staðfest, at Føroyar blíva í minsta lagi nummar tvey í undankappingarbólkinum. Fyri at vinna bólkin krevst tó ein 7-máls-sigur á Montnegro í Podgorica sunnudagin.

EM-endaspælið verður leikt í Póllandi, Kekkia, Slovakia, Rumenia og Turkalandi í døgunum 3. – 20. desember 2026. Lutakastið um bólkabýtið og staðseting verður hósdagin 16. apríl kl. 17.00, føroyska tíð, í Katowice í Póllandi