Hondbóltssamband Føroya
Lutakast til European Open hevur verið, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 29. juni til 3. juli í Gøteborg.
20 lið luttaka í kappingini og verður leikt verður í 4 bólkum við 5 liðum í hvørjum. Lutakastið háttaði seg soleiðis:
Bólkur 1: Ungarn, Kroatia, Kekkia, Ísland, Litava
Bólkur 2: Spania, Niðurlond, Serbia, Føroyar, Georgia
Bólkur 3: Frakland, Svøríki, Rumenia, Slovakia, Finnland
Bólkur 4: Týskland, Sveis, Noreg, Portugal, Turkaland
Talan er um eina sera sterka kapping, har flestu av stóru tjóðunum eru við. Liðini nr. 1 og 2 koma víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan restin av liðunum spæla um plaseringarnar frá 9 – 20.
