Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.04.2026 17:24

Heim við fýra stigum

U17 og U19 landsliðini við dreingjum fingu í alt fýra stig í EM undankappingunum, sum seinastu dagarnar hava verið í Englandi og Niðurlondum - Mynd: Kári Johansen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Ein sigur, ein javnleikur og fýra tap var samlaða úrtøkan hjá U17 og U19 landsliðunum við dreingjum, ið farnu dagarnar hava tikið lut í EM undankappingum, sum hava verið í Englandi og í Niðurlondum.

Fyri U17 landsliðið við dreingjum, sum hevur verið í Englandi, gjørdist talan um ein sigur og tvey tap, og tá avtornaði endaðu Føroyar á triðja plássi í bólkinum við trimum stigum.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Englandi, síðani vann føroyska liðið 2-1 á Estlandi – við tveimum málum frá Markusi Danielsen – fyri síðani at tapa 4-0 fyri Ísrael, sum eisini vann bólkin við fullum stigatali.

Ísrael fekk níggju stig, England seks, Føroyar fingu trý stig, og aftast var Estland við ongum stigi.

U19 dreingirnir løgdu fyri við at spæla málleysan javnleik ímóti Norðurmakedónia. Í øðrum og triðja umfari taptu Føroyar ávikavist 2-0 fyri Moldova og 3-0 fyri Niðurlondum.

Niðurlond vunnu bólkin við níggju stigum, Moldova endaði á øðrum plássi við fýra stigum, meðan Norðurmakedónia og Føroyar fingu tvey og eitt stig.