Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt, tó fram ímóti middegi okkurt kava- ella vátakavaælið og hann veksur vindin til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Í kvøld minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, út á náttina lot av ymsum ættum. Klárt og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 5 stig, í nátt niður í -2 stig.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, vaksandi til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst hálvskýggjað og turt, men sum frá líður dregur á luftina. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Sólarris: 06:50 Sólsetur: 20:13
