Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.03.2026 13:09

Holið á Tjóðpallinum

Tíðindaskriv/Tjóðpallur Føroya

Á Tjóðpallinum arbeiða vit í løtuni við leikinum Holið, ið er ein poetiskur klovnaleikur til vaksin og børn, har tað skemtiliga og tað álvarsama eru flættað saman í eini serstakari og kenslubornari leiklistarligari uppliving.

Á einum oydnum staði, sum ikki er til, hittast fimm ferðandi. Eingin leið er at hóma, og tað einasta, ið bindur tey saman, er holið í bátinum, sum má bøtast, fyri at tey kunnu halda fram.

Men hvussu bøtir mann eitt hol, sum kanska er meira enn bara eitt hol?

Meðan tey leita eftir eini loysn, stinga spurningar seg upp. Um hvørji tey eru. Um hvønn annan. Um felagsskap, ábyrgd og ynskið at hoyra til.

Holið er ein poetisk og skemtilig granskan av tí at vera menniskja, av tí, sum vit bera við okkum og holunum, sum vit royna at bøta.

Frumsýning verður á Tjóðpalli Føroya 14. apríl 2026.

Keypið atgongumerki á heimasíðuni: www.tjodpallur.fo

Leikstjóri

Elmārs Seņkovs

Pall- og búnasniðgevi

Reinis Suhanovs

Ljóðsniðgevi

Heðin Ziska Davidsen

Ljóssniðgevi

Pól Pállsson Holm

Leikarar

Kristina Sørensen Ougaard

Kristina Sundar Hansen

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen

Búi Rouch

Tónleikari

Heðin Ziska Davidsen / Dánjal á Neystabø