Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.03.2026 22:19

Hvør var bestur í mars?

Fótbóltssamband Føroya

Atkvøðugreiðslan fer fram á Sona appini, og atkvøðast kann til fríggjakvøldið á midnátt. Teir tilnevndu eru Heini Vatnsdal, Petur Knudsen og Sjúrður Henriksen.

Hvør var bestur í MeistaraDeildini hjá monnum í mars mánað?

Tríggir eru í uppskoti, og nú er tað upp til fótbóltsfjeppararnar kring landið at avgera, hvør skal fáa heiðurin sum besti spælari í fremstu deildini hjá monnum í mars 2026.

Teir tríggir, ið atkvøðast kann um, eru Heini Vatnsdal úr B36, Petur Knudsen úr NSÍ, og Sjúrður Henriksen úr AB.

Atkvøðugreiðslan fer fram á Sona appini, og atkvøðast kann til fríggjakvøldið á midnátt.

Leinkja beinleiðis til atkvøðugreiðsluna: https://sonaapp.app.link/shm