Tann 25. mars í ár rundaði Ítróttarfelag Fuglafjarðar, stytt ÍF, 80 ár. Og í tí sambandi var opið hús í nýggja ÍF-húsinum hendan dagin frá kl. 17.00-19.00, har fleiri fuglfirðingar høvdu leitað sær á gátt.
Umframt gott til góman, so segði Steinbjørn í Lambanum formaður felagsins nøkur orð, meðan Bárður á Lakjuni m.a. framførdi ÍF sangin. Og síðani hevði Petur Simonsen eisini eina áhugaverda framløgu av eldri myndum.
ÍF er stovnað 25. mars 1946. ÍF stendur fyri Ítróttarfelag Fuglafjarðar og er fótbóltsfelagið í Fuglafirði.













Myndir: ÍF