Mynd: Eysturoyarportalurin
Eitt lágtrýst, 962 hPa, við Suðurgrønland gongur spakuliga í landnyrðing, meðan tað grynnist. Lýggj luft streymar inn yvir Føroyar í dag sunnaneftir.
Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin, skrivað klokkan 06:35 UTC
Frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, sunnan, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin og í kvøld skýggjað og ælaveður. Í nátt aftur turt, men fyrrapartin í morgin ælaveður. Hitin alt samdøgrið 8 til 10 stig, í nátt eitt sindur kaldari, 6 til 8 stig.
Kelda: Veðrið.fo
