Eysturoyarportalurin var framvið í Sarpugerði í kvøld, har fólk úr øllum bygdunum í Gøtu velja í ovari hædd í Víkingahúsinum. Hóast illfýsið veður seinastu tímarnar, so hevur valluttøkan verið góð.
Valstýrisnevndin upplýsti, at kl. 18.00 høvdu 614 fólk verið og atkvøtt og kl. 17.00 høvdu 455 atkvøtt, sum er nakað meira enn í 2022, tá ið ávíkavist 429 (kl. 17.00) og 577 (kl. 18.00)høvdu avgreitt sína skyldu.
Tilsamans hava 871 fólk atkvøðurætt í Gøtu.
Myndir: Eyp.fo








