Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2026 11:41

Góðu veljarar!

Lesarabræv

Tað hevur verið lívgandi at møtt so nógvum blíðum og positivum fólkum seinastu dagarnar undir valstríðnum. 

Eg havi verið á gátt hjá fleiri tykkara, sum hvønn dag hava tørv á føroyska vælferðarsamfelagnum. 

Nøkur tykkara megna ikki sjálvi, og tá er tað so ótrúligt at síggja, hvussu vit, føroyska samfelagið, standa saman við tykkum og lyfta í felag. 

Og eg havi eisini verið á gátt hjá vælriknum fyritøkum, har alt suðar av nýhugsan, virkishugi og ídni. Tað er hugtakandi at síggja, hvussu framkomið føroyska vinnulívið er á mongum mótum.

Saman byggja vit hetta landið við tí endamáli, at hvør skal kunna skapa sær eydnuna góða við teimum evnum, sum Skaparin gav. 

Hetta er Fólkaflokkurin. Hetta er hugsjón okkara. At tey, sum ikki megna sjálvi, skulu fáa bøtandi hond frá teimum, sum hava orku, evnir og vilja at lyfta. Og júst tí mugu karmarnir vera so, at tit, sum duga at fáa burturúr, ikki verða darvað av avgjøldum og tungari lóggávu.

Tá verða vit øll ríkari.

Veljið okkum ídag. So fáa vit borgarligan politikk, ið leggur dent á

• Frælsar borgarar
• Frælsa vinnu
• Frælst land

Bill Justinussen