Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.03.2026 14:13

Upphav í Gulu Smiðju

Sunnudagin 29. mars kl. 16.00 verður leikurin Upphav sýndur í Gulu Smiðju. Upphav er einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard. Leikurin snýr seg um skaðadagin í Hesti 1. Apríl 1919, tá tveir útróðrarbátar gingu burtur eftir várróður vestanfyri. Ellivu menn úr Hesti sjólótust.

Leikrit: Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard
Tónasmið: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
Ljóssnið: Silje Grimstad
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Framleiðsla: TVAZZ og Leikhús SKIFT
Leikurin er uml. 60 min. uttan steðg


Atgongumerki verða seld á atgongumerki.fo


Eru áhugi í at fáa leikin til tykkara bygd/by, skriva til tvazz@tvazz.fo
Nøkur orð frá áskoðarunum eftir sýningarnar í Norðurlandahúsinum heyst:
Niels Uni Dam, 6.10.25 á Facebook: “…Fyri eina tjóð, ið hevur livað av og við havinum í so nógv ár, er hetta kollektiva sorgarsøgan, ið vit hava brúk fyri. Takk fyri tit 4 megnarkvinnur, ið hava skapt hana…”.
Kristianna Winther Poulsen, 13.10.25 á Facebook: “Hesin leikurin skal upplivast: um lív, sum havið tók, og um, hvussu tær og tey, ið eftir sótu, búleikaðust í bygdini, sum í hesum føri er Hestur, og sum kundi verið nógvar aðrar bygdir í Føroyum gjøgnum tíðirnar. Ein rørandi og sannførandi uppliving at síggja hendan vælgjørda og vælspælda leikin. Stóra takk fyri…”
Dorit Hansen, 12.10.25 á Facebook: “…Men sorgin hvarv ikki fyri tað. Heldur ikki úr ættini. Tað er tað, sum Gunnvá vísir við leikinum “Upphav” Ein smágenta missir pápa sín, ein smágenta sum nógvar aðrar smágentur. Í Hesti, Norðdepli og aðrastaðni í verðini”.
Laufey Brynhildardóttir á fb: “Eitt meistaraverk, sum eg vil viðmæla øllum at síggja…”
Gunn Hernes 13.10.25 á Facebook: “…Dette projekt rummer så meget …Det handler om kvindehistorie og kamp, styrke og perspektiv, livserfaring – men også om vores kollektive traumer, i både fortid og nutid. Alt det vi sjældent sætter ord på…”
Eirikur í Jákupsstovu, 7.10.25 á Facebook: “Um tað sigur tær nakað sum helst at blíva keddur, klókari, meira umhugsin, rørdur og hugtikin, so er “Upphav” ein leikur at fara til…”.
Sólrun Michelsen, á fb 11.10.25: “Tosað um kreppur, ringar tíðir, trupulleikar á vegnum. Besti ljóskastarin í løtuni, sum kann tippa okkara grenj, er hesin leikur hjá Gunnvá og Maritu. At síggja, hoyra, liva seg inn í støðuna hjá hesum fólkum, kvinnum og monnum, bara tvey-trý ættarlið afturi, kann vísa okkum, hvussu gott vit hava tað. Hvussu nógv vit í veruleikanum orka (ómenniskjanligt) og enntá hava yvirskot til at hugsa um blómur.
Gott spæl, góður leikur. Tímin fleyg avstað, og eg sat við tárum og enn einaferð við djúpastu virðing fyri okkara forfedrum, tá liðugt var”.
Birgir Kruse í birkblog.blogspot.com 3/1-25:
“Lítli, flytbari sjónleikurin ”Upphav” hjá Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard nam meg sterkt og inniliga í skálanum í Norðurlandahúsinum, har tær báðar vildu hava meg at fylgja við leikgongdini og geva mær høvi at liva við í hendingini, sum persónligi og tó almenni ættarleikurin hjá Gunnvá byggir á. Samstundis fekk eg eitt upplagt høvið at venda aftur til ástøði um the Male gaze og hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og leggja hendingar á blik. Eksemplariskt. Løk til lík – kvinnan ger munin”
Leikurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum, Bygma Balslev, Mest Runavík og rundferðin er stuðlað av Eysturoyar Kommunu, Eiðis Kommunu, Kvívíkar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Sjóvar Kommunu, Tórshavnar Kommunu. Tvøroyrar Kommunu, Vága Kommunu, Vestmanna Kommunu.


atgongumerki á 250 kr fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar. 

Spjaldur