Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2026 12:55

Nýggj vitan um laksalús hevur økt aliframleiðsluna

Granskingarráðið

Laksalús er og fer allarhelst altíð at vera ein plága í alivinnuni, men tætt samstarv millum granskarar og vinnuna hevur gjørt, at meira tamarhald nú er á lúsini. Hetta hevur alstóran týdning fyri vinnuna og fyri landsbúskapin.

Alivinnan framleiddi í 2025 yvir 100.000 tons av laksi. Tað eru góð 30.000 tons meira enn í 2016. Orsøkirnar til nógv øktu framleiðsluna eru fleiri, men bardagin móti laksalúsini eigur ein stóran part av heiðrinum.

– Vit hava lagt sera stóran dent á at fáa meira vitan um laksalús, og vinnan hevur verið sera skjót at taka nýggju vitanina til sín og brúka hana, sigur Gunnvør á Norði, granskari á Firum.  

Skaðar umdømið

Laksalús fara altíð at vera í sjónum, men um nøgdirnar ikki verða avmarkaðar, verður fiskurin nakkabitin, góðskan versnar, og fellið økist. Tað er ikki bert ein hóttan móti fiskinum, men hevur eisini neiliga ávirkan á umdømið hjá alivinnuni.

Í 2016 vóru sera stórar avbjóðingar í alivinnuni, tí virknaðurin av avlúsingarevnunum var avtakandi. Síðani tá eru nógvar granskingarverkætlanir framdar og átøk sett í verk, sum hava bøtt munandi um støðuna.

– Vit hava fingið meira vitan um, hvussu lúsin ferðast í sjónum, og hvussu hon smittar. Og vit hava ment amboð, sum alarar kunnu arbeiða við fyri at minka um smittuna. Gransking, vinna og myndugleikar hava arbeitt lið um lið, og tað hevur gingið skjótt og givið úrslit. 

– Lúsatrupulleikin er ikki burtur, men vit hava fingið tamarhald á støðuni, og vit høvdu ongantíð kunnað framleitt so nógv, sum vit gera í dag, uttan alla ta gransking og nýskapan, sum er farin fram, sigur Gunnvør á Norði.

Stórar íløgur í gransking

Alivinnan, ið stendur fyri nærum helvtini av øllum útflutningsvirðinum, byggir í stóran mun á gransking og nýskapan, og vinnan hevur gjørt risastórar íløgur í at útvega nýggja vitan.

– Stríðið móti laksalúsini er eitt gott dømi um, hvørji úrslit vit kunnu røkka, tá gransking og nýskapan ganga hond í hond, og tær neyðugu íløgurnar verða gjørdar, sigur Gunnvør á Norði, sum eisini er limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.