Einaferð í vikuskiftinum hevur onkur verið og sproyta grafitti við ókvæmisorðum og niðurgerðandi tekningum, ymsastaðni runt á Skúlan við Løkin.
Skúlastjórin, Durita Joensen, harmast um støðuna og sigur við Eysturoyarportalin, at hetta er ikki nakað sum ungdómurin í Runavík er kendur fyri. Tí sum hon sigur, so er ungdómurin fyrimyndarligur, men tíðanverri eru tað nøkur heilt fá sum finna uppá slíkt herverk.
Hon sigur eisini, at løgreglan hevur verið á staðnum, men enn vita tey ikki, hvør hevur framt herverkið.
Eysturoyarportalurin var framvið í morgun, tá ið fólk frá kommununi vóru í ferð við at reinsað og vaskað vindeyguni.
Myndir: Eysturoyarportalurin










