Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.03.2026 07:36

Finalan Faroese National var í dag á Viðareiði

Mynd: Seyðahundasamband Føroya

-Hetta var tann seinasta kvalifikatións kappingin av 7

Seyðahundasamband Føroya

Finalan varð gjørd sum dobbelt fetch. Hetta merkir, at hundurin skal heinta 2 sett av seyði og júst hetta er ongantíð gjørt áður, í einari kvalifikatiónskapping í Føroyum. Hettar var avbjóðandi fyri hundarnar og spennandi hjá hundaførarunum at royna. Føroyingar hava seinastu árini havt hundar í altjóða finalum, og tá er tað dobbelt fetch, so hettar eru góðar royndir at hava við sær uttanlanda.

Nr. 1 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn

Nr. 2 Jónstein Petersen v/Kvikk

Nr. 3 Tummas Jacobsen v/Moss

FM støðan sær soleiðis út:

Nr 1 Tummas Jacobsen v/Moss

Nr. 2 Jónstein Petersen v/Gripur 

Nr. 3 Jónstein Petersen v/ Kvikk

Nr. 4 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn 

Nr 1, 2,3 og 4 fara at umboða Føroyar í EM í Belgia í august.

Nr 1, 2 og 3 fara at umboða Føroyar í HM í Skottlandi í septembur.

Myndarøð frá Faroese National (Myndir: Seyðahundasamband Føroya)