Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.03.2026 17:30

Spennandi leirdúgvukapping í Leirvík

Mynd: Eysturskot

Eysturskot

Fyrsta leirdúgvukappingin í ár varð hildin í Leirvík í dag. Veðrið var gott, og kappingin varð skotin eftir 100 dúgvum í innleiðandi umførum, býtt í fýra umfør við 25 dúgvum hvør.

Longu frá byrjan var kappingin spennandi. Torkil Eli Ternustein úr Eysturskoti fekk eina góða byrjan og rakti 43 dúgvur í tveimum teimum fyrstu rundunum. Næstir vóru Eirikur Elisson (Eysturskot) við 38 dúgvum, føroyameistarin frá í fjør Alex Johannesen (Eysturskot) við 36, og Kristian Johannessen (Eysturskot) eisini við 36.

Tá liðugt var við innleiðandi umførunum, hevði Alex Johannesen rakt 82 dúgvur, meðan Torkil Eli Ternustein hevði 78. Kristian Johannessen hevði 74, meðan Eirikur Elisson og Magni Thomsen høvdu 70 hvør. Áslakur Johannesen hevði 62, Hákun Heinesen 57, og Óla Christian Debes úr Sunda Byrsufelag rakti 42 dúgvur. Tað skal tó nevnast, at Óla Christian Debes er nýggjur innan Nordisk Trap.

Í finaluni varð byrjað við A-bólkinum. Har vann Áslakur Johannesen ein tryggan sigur og endaði við 80 dúgvum. Hákun Heinesen vann silvur, meðan Óla Christian Debes tryggjaði sær bronsuna.

Í Meistarabólkinum vann Alex Johannesen gull við 105 raktum dúgvum. Torkil Eli Ternustein fekk silvur við 101, meðan Kristian Johannessen tók bronsuna við 95 dúgvum.

Úrslitini eru á

Eysturskot.com

Myndir: Eysturskot