Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.03.2026 12:47

Kjakfundur um náttúru, umhvørvi og orkuskifti

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Hvussu skal føroyska orkuskipanin síggja út í framtíðini, og hvønn leiklut skulu náttúra og umhvørvi hava í teimum stóru avgerðunum, sum verða tiknar komandi árini?

Tann spurningin setir Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) á dagsskránna, tá felagið skipar fyri almennum kjakfundi í Perluni í Havn í dag 14. mars kl. 15.

Fundurin byrjar við tveimum framløgum um føroyska orkuskiftið. Súsanna Berg frá Vinnuhúsinum fer at leggja fram sjónarmiðið hjá vinnuni um forðingar í orkuskiftinum, meðan Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, leggur fram sjónarmiðið hjá SEV um føroysku orkuskipanina.

Eftir framløgurnar verður kjak millum valevni úr politisku flokkunum um, hvussu orkuskipanin skal skipast framyvir, og hvussu náttúru- og umhvørvisatlit skulu viga í politisku raðfestingunum. Hesi luttaka: 

A: Fróði Magnussen

B: Helgi Abrahamsen

C: Kristianna Winther Poulsen

E: Magnus Gaard

F: Gunnvá Winther

H: Anna Margretha Otthamar

Orðstýrari á fundinum verður Óluva Zachariassen.

Skrá

15.00: FNU bjóðar vælkomin
15.05: Súsanna Berg, Vinnuhúsið
15.20:  Hákun Djurhuus, SEV
15.35:  Kjak millum valevni úr politisku flokkunum
16.45:  Fundurin endar

Eftir fundin hevur FNU aðalfund. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.