Á middegi í dag bleiv ein lítil grind funnin í Djúpunum. Tað var ein útróðrarbátur sum fann hana.
Avgjørt bleiv tó, í samráð ímillum sýslumann og grindaformenn, at lata grindina fara, tí tað er so stutt síðani at ein stór grind legði beinini í Fuglafirði.
