Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2026 11:23

Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oyndarfirði

Mynd: Eyp.fo

Tíðindaskriv/Føroya Politi

Ákæruvaldið hjá politinum hevur gjørt av at kæra dómin um valið í Oyndarfirði. Hetta er fyrsta málið um valsvik í Føroyum, og nú skal málið viðgerast í landsrættinum.

Ákærdi fríkendur í Føroya Rætti í februar

Málið var fyri í Føroya Rætti síðst í februar. Úrslitið varð, at ákærdi maðurin varð fríkendur. Maðurin var ákærdur fyri at hava broytt ein valseðil, soleiðis at hann varð ógildaður. Tað var tó ikki ein samdur rættur, sum frídømdi ákærda. 

Eystari Landsrættur er í Føroyum í hesum døgum, har onnur mál verða viðgjørd. Landsrætturin verður aftur í juni, men enn er ikki avgjørt, nær málið um valsvik í Oyndarfirði kemur fyri.