Kommunufelagið
Kommunufelagið setir kommunurnar á breddan í valstríðinum.
Á aðalfundinum hjá Kommunufelagnum 20. mars 2026 verður skipað fyri einum politiskum pallborðskjaki. Øll forfólkini hjá politisku flokkunum luttaka.
Kjakið fer serliga at snúgva seg um kommunala bygnaðin við 29 kommunum og einari røð av kommunalum samstørvum, um eldraøkið – eitt av størstu vælferðarøkjunum hjá kommununum – og um leiklutin hjá kommununum í framtíðini.
Áhoyrararnir verða kommunustýrispolitikarar og ovastu kommunalu leiðslurnar úr øllum landinum. Vit vænta umleið 200 fólk, sum bæði fáa høvi at lýða á og seta spurningar. Allir miðlar verða bodnir við til tiltakið og vónin er tí, at innihaldið eisini fer at røkka væl út til almenningin.

