Føroya Arbeiðsgevarafelag
Løgtingið hevur samtykt, at útlendsk starvsfólk framyvir ikki kunnu fáa eftirløn rindaða út sum løn
Týsdagin 25. februar samtykti Løgtingið eitt uppskot um broytingar í eftirlønarlógini, sum fáa týdning fyri útlendsk starvsfólk í Føroyum.
Við broytingunum verður tað framyvir ikki longur møguligt hjá útlendskum starvsfólkum í tíðaravmarkaðum starvi at fáa frítøku frá at rinda eftirløn. Tað merkir samstundis, at hesi starvsfólk heldur ikki kunnu fáa eftirlønina útgoldna sum løn.
Talan er tó ikki um broytingar, sum raka tey útlendsku starvsfólkini, ið longu hava fingið frítøku eftir galdandi reglum. Hesi kunnu framhaldandi fáa eftirlønina rindaða út sum løn, soleiðis sum skipanin higartil hevur givið møguleika fyri.
Sambært samtyktu broytingunum verða reglurnar frameftir hesar:
- Útlendsk starvsfólk í tíðaravmarkaðum starvi kunnu ikki verða frítikin fyri at rinda eftirløn og kunnu tí ikki fáa eftirlønina útgoldna sum løn.
- Samtíðis verður nýggjur møguleiki latin upp fyri, at útlendsk starvsfólk kunnu fáa samanspardu eftirlønina útgoldna í eini samlaðari upphædd, um tey fara av landinum aftur innan 60 mánaðir.
- Lógin ásetur eisini, at um eitt útlendskt starvsfólk hevur fingið samanspardu eftirlønina útgoldna sambært hesum reglum og seinni kemur aftur til Føroya í tíðaravmarkað starv, kann viðkomandi ikki fáa eftirlønina útgoldna aftur fyrr enn 10 ár eftir, at persónurin av nýggjum er fluttur av landinum.
Við hesum verða treytirnar fyri eftirløn hjá útlendskum starvsfólkum broyttar, soleiðis at skipanin frameftir í størri mun byggir á inngjald til eftirløn undir starvstíðini, heldur enn møguleikan at fáa upphæddina útgoldna sum løn beinanvegin.
