Føroya Styrkisamband
Um vikuskiftið 28. februar til 1. mars varð kappingin um danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting fyri masters hildin í Valby í Keypmannahavn. Aftur hesaferð eydnaðist tað grannunum úr Purkugerði í Havn at vinna gull, tá bæði Barba Jansdóttir og Niels Juel Arge endurvunnu síni DM-meistaraheiti.
Barba Jansdóttir kappaðist í aldursbólkinum 35–39 ár og hevði sína bestu kapping higartil. Hon setti persónligt met í trekk, vend & stoyt og í samlaða tvídystinum. Sterku úrslitini tryggjaðu henni gullheiðursmerkið og staðfestu hana enn einaferð sum danskan meistara í sínum bólki.
Grannin Niels Juel Arge, sum kappaðist í aldursbólkinum 60–64 ár, hevði eisini eina framúr kapping. Hann setti persónligt met í trekk, og lyftið var samstundis bæði føroyskt og danskt met í aldursbólkinum. Við sterkum lyftum tryggjaði hann sær eisini gull og harvið eitt nýtt DM-meistaraheiti.
Í sama aldursbólki sum Barba, hevði Katrin Hovland Kristenssen sína fyrstu DM Masters-kapping. Hon gjørdi vart við seg beinanvegin og vann silvurheiðursmerki. Samstundis setti hon trý føroysk met í aldursbólkinum 35–39 ár. Við sínum úrslitum megnaði hon eisini at klára kravtalið til EM Masters í sínum aldurs- og vektbólki.
Føroysku íðkararnir høvdu eisini stuðul frá venjara. Útisetin Niels Áki Mørk, sum býr í Keypmannahavn tætt við har kappingin varð hildin, var við sum venjari og hjálpti føroysku lyftarunum undir kappingini.
Við hesum úrslitum er føroyski EM-hópurin við at taka skap. Higartil eru tað Katrin Hovland Kristenssen, Barba Jansdóttir, Niels Juel Arge og Jenny Persson, sum hava tryggjað sær pláss til meistarastevnuna.
EM Masters verður hildið seint í juni mánaði, har føroysku vektlyftararnir aftur fara at kappast undir Merkinum móti sterkum altjóða kapping.
Úrslitini síggjast her.
