Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi fram til á middegi sunnudagin.
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin slítur í, og sum frá minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Seint í kvøld og í nátt lítil lot sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin gongur hann upp í eystan. Hitin 4 til 8 stig.
Sólarris: 07:11 Sólsetur: 18:05
