Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.03.2026 19:12

Børge í 25 ár

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Hátíðarhald var í Ráðhúsinum á Høgabóli seinrapartin í dag. Høvið var, at Børge Lamhauge hevur verið í starvi sum gravari í eina fjórðingsøld, og samstundis fer hann frá fyri aldur, nú hann er farin gott og væl um almennan pensiónsaldur. Vegadeildin, fyrisitingin og fjølskylda hansara vóru møtt til hátíðarløtuna.

Børge er slektaður av Lambareiði. Hann er giftur Marju av Nesi og tey eiga fýra børn. Annars settu tey seg í sínari tíð niður beint oman fyri Kópasker, har ið abbi Børga, gitni skiparin og útgerðarmaðurin, Andrias í Dalinum, hevði sítt virksemi. Pápin Petur, vanliga róptur Piddi í Dalinum, átti og reiddi sluppina Maritanu út í mong ár.

Børge er útbúgvin navigatørur, men umframt sjólívið hevur hann í mong ár arbeitt uppi á landi. Í 25 ár sum gravari hjá Runavíkar kommunu. Stórar broytingar hava verið í starvinum hesi árini, eisini orsaka av tí, at fleiri kirkjugarðar løgdust til, eftir kommunalu samanleggingarnar í 0´unum. Táið Børge byrjaði í starvinum, hevði hann ábyrgd av kirkjugørðunum í Rituvík og á Glyvrum. Seinri løgdust kirkjugarðarnir á Skála, í Funningi, í Elduvík og í Oyndarfirði afturat uppgávuni hjá gravaranum.

Vit, sum búleikast í økinum, og onnur sum ferðast um hesi svæði, taka mangan til, hvussu óvanliga væl kirkjugarðarnir eru hildnir í Runavíkar kommunu. Tað stendur tign um jarðarferðirnar, og kirkjugarðarnir eru sum væl røktir urtagarðar, so væl umgingnir, at kirkjufólkið mangan spákar m.a. kring um kirkjuna á Glyvrum bæði fyri og eftir guðstænasturnar sunnudagar.

Borgarstjórin flutti fram røðu fyri Børge, og handaði honum blómur og ein málning, og eftir tað tosaði Dinna Jensen, kommunuskrivarin í út ímóti 40 árum, systirdóttir Børge, fyri honum um familier- og arbeiðsviðurskifti hesi árini tey hava siglt undir saman reiðaríi – Runavíkar kommunu.