Eysturkommuna
Í gjár var býráðið á vitjan á byggiplássinum, har skúlin í Leirvík verður útbygdur. Endamálið við vitjanini var at síggja, hvussu arbeiðið gongur, og at fáa eina dagførda frágreiðing um verkætlanina.
Jan Alexsson, verkætlanarleiðari hjá Kanjon, greiddi frá gongdini í arbeiðinum og vísti býráðnum runt á økinum.
Arbeiðið gongur væl, og væntandi verður reisigildið í summar, meðan bygningurin eftir ætlan verður tættur í vetur.
