Bogaskjótisamband Føroya
DAGFØRD GREIN:
FM-finalan hjá compoundmonnunum bleiv ein jøvn og spennandi hólmgonga millum systkinabørnini Kaj Johannesen og Jóannes Poulsen. Eisini í hinum bólkunum var spenningur og gott undirhald sunnudagin, og Grand Prix-vinnararnir blivu eisini funnir. U12 og U12 skutu um FM-heiðursmerkini leygardagin, og har var luttøkan metstór
Aftur í ár beyð FM-kappingin hjá teimum vaksnu uppá áhugaverd úrslit – okkurt teirra eisini óvæntað. Kaj Johannesen úr Ørvi fór av álvara at skjóta aftur í vetur eftir ein fleiri ára langan steðg. Hann hevur eisini tikið seg nógv fram gjøgnum veturin og var við á føroyska EM-liðnum í Bulgaria í februar, men at hann skuldi fara avstað við FM-gullinum, var tó heldur óvæntað.
Favoritturin var systkinabarnið hjá honum, Jóannes Poulsen úr Ørvi, sum í fleiri ár hevur skarað framúr, tá tað ræður um úrslit í altjóða kappingum, og 2025 mundi vera tað besta árið hjá honum í so máta. Hann plagar eisini oftast at vera omaná í teimum heimligu kappingunum, og áðrenn FM-kappingina sunnudagin hevði hann vunnið allar Grand Prix-kappingarnar í innandura vetrarkappingini.
Men júst FM-kappingarnar eru farnar at arga hann, tí í fjør bleiv hann koppaður av liðfelaganum Nikkel Petersen, og sunnudagin mátti hann so lúta fyri Kaj í eini sera spennandi finaluhólmgongu. Eftir teir regluligu fimm ferðir tríggjar pílarnar stóð á jøvnum 143 – 143, so neyðugt var við shoot-off fyri at finna vinnaran. Her var Kaj tann neyvari, hann rakti 10’aran og Jóannes 9’aran.

Systkinabørnini Jóannes Poulsen og Kaj Johannesen taka lógvatak eftir eina sera javna og spennandi FM-finalu, sum Kaj vann við einum 10’ara ímóti einum 9’ara
Metstórur compound-bólkur
Bólkurin compound menn var nógv tann størsti bólkurin í innandura FM-kappingini í ár, eins og hann hevur verið tað í øllum hinum kappingunum í vetur. 10 mannligir compound-skjúttar kappaðust sunnudagin, og tað er tað mesta nakrantíð í eini FM-kapping ella fyri tann skyld í eini føroyskari innandurakapping yvirhøvur.
Jóannes vann innleiðandi kappingina framman fyri, í hesi raðfylgju, Jógvan Niclasen úr Tambum, Kaj Johannesen úr Ørvi, Boga Andreasen úr Vágaskoti, Magnus Andreassen úr Ørvi, Sámuel Petersen úr Ørvi, Nikkel Petersen úr Ørvi, Jónas B. Poulsen úr Ørvi, Narva E. B. Jensen úr Ørvi, og Tummas P. Hansen úr Tambum.
Síðan skuldu fyrst tveir skjúttar skarvast av stóra feltinum í tveimum áttandapartsfinalum. Nikkel skeyt móti Tummasi, sum júst er farin frá recurveboganum til compoundbogan, og vann Nikkel 143 – 128. Í hinari áttandapartsfinaluni vann Jónas 142 – 138 á U18-kappingarneytanum Narva.
Fýra fjórðingsfinalur vóru síðan á skránni, har tann eina mátti avgerast við shoot-off. Tað var duellin millum Nikkel og Jógvan, sum endaði javnt 140 – 140 eftir teir regluligu 15 pílarnar. Í shoot-off raktu báðir 9’aran, men Nikkel var eitt vet nærri miðjuni og vann tískil fjórðingsfinaluna. Í hinum fjórðingsfinalunum vann Jóannes 148 – 136 á Jónasi, Bogi vann 142 – 138 á Magnusi, og Kaj vann 140 – 136 á Sámuel.
Jóannes vann hálvfinaluna ímóti Boga 144 – 133, og Kaj vann 142 – 140 á Nikkel í hinari hálvfinaluni. Bogi vann síðan bronsudystin ímóti Nikkel 142 – 140, og sum áður nevnt vann Kaj FM-finaluna í shoot-off ímóti Jóannesi.

FM menn compound. Jóannes Poulsen (Ørvur), silvur, Kaj Johannesen (Ørvur), gull, og Bogi Andreasen (Vágaskot), bronsu
Javnir U18-skjúttar
Teir báðir Narvi og Jónas kappaðust eisini um FM í U18, og at teir eru rættiliga javnir í styrki, er týðuligt, tá hugt verður at tølunum. Teir vóru púra javnir í innleiðandi kappingini – báðir fingu 551 stig. Jónas sendi síðan Narva úr kappingini hjá seniorunum við at vinna áttandapartsfinaluna teirra millum. Tað gav honum tó onki heiðursmerki, men í U18-finaluni galt tað gull ella silvur, og her bleiv Narvi tann fremri í eini sera spennandi og javnari hólmgongu, sum endaði 140 – 139.
Eitt annað U18-heiðursmerki skuldi finna sín háls at hangast um, og tað var hjá gentum við berboga. Her var Lilja Strøm Winther úr Team SuðurSkot tó einsamøll, so hon vann FM-gullið uttan mótstøðu.


Meðan gravgangur var eftir at sleppa at skjóta um FM-heitið hjá compoundmonnunum, var støðan tann øvugta hjá kvinnunum. Her var Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti einsamøll og vann tískil FM-gullið uttan mótstøðu.

FM kvinnur compound. Anja Eydnudóttir (Vágaskot), gull
Frank vann fyri triðu ferð
Tveir skjúttar høvdu teknað seg til kapping við berboga hjá monnum, Frank Madsen úr Team Suðurskot, sum vann FM-heitið í fjør og í fyrraárið, og Kaj Olsen úr Tambum.
Frank vann innleiðandi kappingina tepurt, og finalu-duellin bleiv sera spennandi. Frank byrjaði bragdliga og vann tvey tey fyrstu umførini sannførandi. Kaj kom tó afturíaftur, vann tað triðja umfarið, og tá tað fjórða endaði javnt, var støðan 5 – 3 til Frank, so neyðugt var at skjóta eitt fimta og avgerandi umfar. Tað bleiv eisini eitt sera spennandi umfar, og tá av tornaði, endaði tað eisini javnt. Endaliga úrslitið bleiv tískil, at Frank við einum 6 – 4-sigri vann sítt triðja FM á rað.

FM menn berbogi. Kaj Olsen (Tambar), silvur, og Frank Madsen (Team SuðurSkot), gull
Spennandi recurve-duellir
Recurve-kvinnurnar, sum undanfarnu árini hava verið flestar í tali, hava verið fámentar í vetur. Oftast hava tær báðar Pernille Krogh úr Vágaskoti og Amy við Rætt úr Ørvi verið einsamallar, og tað vóru tær eisini í FM-kappingini sunnudagin.
Tað gjørdi tó ikki spenningin minni, tí tað gekk sera javnt á. Pernille vann innleiðandi kappingina tepurt, og tað skuldu fimm umfør til at finna finaluvinnaran. Amy vann fyrsta umfarið, Pernille tað næsta, og tað triðja endaði javnt, so støðan tá var 3 – 3. Í teimum báðum seinastu umførunum hevði Pernille tó munin, so hon endaði við at vinna FM-gullið við einum 7 – 3-sigri.

FM kvinnur recurve. Amy við Rætt (Ørvur), silvur, og Pernille Krogh (Vágaskot), gull
Hjá recurve-monnunum kappaðust teir tríggir Hans Petur Højgaard úr Ørvi, sum vann FM í fjør, Bárður Magnusson úr Vágaskoti og Pauli Mortensen úr Tambum. Hans Petur vann innleiðandi kappingina, sum eisini tryggjaði honum beinleiðis pláss í finaluni. Hann var eisini suverenur frá byrjan til enda, men kappingin millum hinar báðar í hálvfinaluni bleiv ein sannur gysari.
Bárður vann eitt greitt annaðpláss í innleiðandi kappingini, og hann vann eisini fyrsta umfarið í hálvfinaluni. Tað næsta endaði javnt, men síðan spílaði Pauli seg út og vann tvey umfør á rað. Hann var tískil á odda 5 – 3 áðrenn fimta og avgerandi umfarið. Tá var Bárður aftur tann stinnari og vann umfarið tepurt 23 – 22, so at samlaða støðan nú var 5 – 5. Enn einaferð mátti ein hólmgonga avgerast við shoot-off, og tá var Pauli tann neyvari; hann rakti 9’aran og Bárður 8’aran.
Minni spenningur var í finaluni millum Hans Petur og Paula, sum Hans Petur sannførandi vann í trimum umførum, 6 – 0.

FM menn recurve. Pauli Mortensen (Tambar), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Bárður Magnusson (Vágaskot), bronsu
Grand Prix-vinnarar kosnir
Hjá teimum vaksnu skjúttunum – seniorunum – er innandura vetrarkappingin skipað sum ein Grand Prix-kapping, og í tí høpinum eru tað bara tær innleiðandi kappingarnar í hvørjum kappingarumfari, sum telja við.
Fyrr vóru 10 kappingarumfør, tá FM er íroknað, men tað bleiv skorið niður til átta hesa vetrarkappingina, men tað eru bara seks tær bestu hjá hvørjum skjútta, sum telja við. Tað merkir, at ein skjútti, sum hevur skotið til dømis allar átta kappingarnar, kann loyva sær at hava tvey minni góð innleiðandi úrslit. Men fyri yvirhøvur at koma upp á tal í Grand Prix-kappingini skal skjúttin eisini í minsta lagi hava verið við í seks kappingum. Grand Prix-stigini (GP-stigini) verða latin soleiðis, at tann fremsti í innleiðandi kappingini í einum kappingarumfari fær sjey GP-stig, og skjúttarnir, sum koma aftaná, fáa ávikavist fimm, fýra, trý, tvey og eitt GP-stig.
Hjá recurve-kvinnunum vóru tað bara Pernille Krogh og Amy við Rætt, sum høvdu skotið seks kappingar ella fleiri. Pernille hevði vunnið allar tær seks bestu av sínum kappingum og hevði tískil fult stigatal, tað er 42 GP-stig, meðan Amy fekk tilsamans 32 GP-stig. Sostatt vann Pernille Grand Prix-ferðasteypið og gullheiðursmerkið, og Amy vann silvurheiðursmerkið. Ferðasteypið hjá Pernille var í húsinum frammanundan, tí í fjør vann dótturin, Tóra Dinna Reynskor, tað.

Grand Prix, kvinnur recurve. Amy við Rætt (Ørvur), silvur, og Pernille Krogh (Vágaskot), gull og ferðasteyp
Hjá recurve-monnunum vóru eisini bara tveir skjúttar, sum høvdu skotið í minsta lagi seks kappingar, og tað vóru Hans Petur Højgaard og Pauli Mortensen. Hans Petur er frammanundan fleirfaldaður Grand Prix-vinnari, og við 42 GP-stigum vann hann aftur hesa ferð ferðasteyp og gullheiðursmerki, meðan Pauli við 27 GP-stigum vann silvur.

Grand Prix, menn recurve. Pauli Mortensen (Tambar), silvur, og Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull og ferðasteyp
Hjá compound-monnunum vóru tað nógvir, sum høvdu tikið lut í seks ella fleiri innandurakappingum í vetur. Jóannes Poulsen var greiður vinnari við fullum stiga-tali, 42 GP-stigum. Hann hevur mist talið á, hvussu ofta, hann hevur vunnið Grand Prix-kappingarnar, men heima hevur Jóannes í hvussu er trý ferðasteyp standandi, sum hann hevur vunnið til ognar. Fyri at vinna steypið til ognar, skal Grand Prix-kappingin vinnast tríggjar ferðir á rað. Við Grand Prix-sigrinum í júst loknu vetrarkappingini hevur Jóannes “sett á” tað fjórða ferðasteypið. Nikkel Petersen vann Grand Prix-silvur við 32 GP-stigum, og Kaj Johannesen bronsu við 27 GP-stigum.

Grand Prix, menn compound. Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull og ferðasteyp, og Kaj Johannesen (Ørvur), bronsu
Ongin hevði skotið seks kappingar ella fleiri í nøkrum av hinum senior-bólkunum.
Metstór FM-luttøka hjá teimum yngru skjúttunum
Leygardagin kappaðust U12 og U16 um FM–heitini í innandura bogaskjóting. Kappingin var undirhaldandi við fleiri spennandi duellum. Ein rúgva av persónligum metum vórðu sett og eisini eitt føroyskt met. Fyri fyrstu ferð bar til at fylgja beinleiðis við í gongdini í online kappingarskipanini Ianseo
Hýrurin var góður og spenningurin stórur, tá U12 og U16 leygardagin kappaðust um FM í innandura bogaskjóting í skjótihøllini hjá Tambum á skipasmiðjuni í Havn. 18 skjúttar møttu til kappingina, og tað er helst met. Jógvan Niclasen, formaður í høvuðsstaðarfelagnum Tambar, helt seg í hvussu er ikki minnast, at so nógvir luttakarar áður hava verið í FM–kappingini hjá børnunum.
Gaman í gjørdi stóra talið av skjúttum, at tað gekk eitt sindur seinni at avgreiða innleiðandi kappingina, men tað nervaði ikki góða lagið á ungu skjúttunum, sum nærum skiftust um at seta persónlig met, og rúgvuni av foreldrum, systkjum, ommum og abbum, ið vóru komin at hyggja.
Kappingarskipanin Ianseo verður nú brúkt í øllum bogaskjótikappingunum, sum Bogaskjótisamband Føroya, BSKF, varðar av, og hesa ferð varð leinki lagt út, so tað bar til at fylgja við í kappingini online. Tað riggaði væl og verður endurtikið í kappingini hjá U18 og seniorunum sunnudagin.


Kapping um heiðursmerkini
Stóra luttøkan hevði eisini við sær, at verulig kapping var í øllum bólkunum, sum vóru umboðaðir, uttan hjá compound–dreingjum í U12, berboga–gentum í U16 og compound–gentum í U16. Her vunnu ávikavist Juda Petersen úr Ørvi, Hannah Martinsdóttir úr Tambum og Marta B. Poulsen úr Ørvi FM–gull uttan mótstøðu. Marta, sum enn má sita og skjóta, tí hon her fyri meiðslaði sær annað beinið undir fimleiki, setti kortini persónligt met í innleiðandi kappingini, tá hon fekk 538 stig.



Fýra gentur við berboga kappaðust um heiðursmerkini í U12. Her vann Maia Petersen úr Ørvi sannførandi ta innleiðandi kappingina, og eins greitt var annaðplássið hjá Kitty Gunn Joensen úr Vágaskoti framman fyri Ásu Joensen og Heiðrun Hansen, báðar úr Vágaskoti. Bæði Kitty Gunn og Ása settu við ávikavist 275 og 121 stigum síni persónligu met.
Maia vann síðan 6 – 0 á Heiðrun í hálvfinaluni, og hina hálvfinaluna vann Kitty Gunn 6 – 2 á Ásu. Bronsudysturin millum Heiðrunn og Ásu gjørdist rættiliga spennandi. Heiðrunn var á odda 4 – 0 eftir tvey tey fyrstu umførini, men tá spílaði Ása seg út og vann trý umfør á rað, so hon endaði við at vinna 6 – 4 samanlagt. Finaluna vann Maia 6 – 2 á Kitty Gunn.


Hjá U12–dreingjunum við berboga kappaðust eisini fýra skjúttar. Bárður Johannesen úr Ørvi vann innleiðandi kappingina framman fyri Tummas Eivindarsson, Tambar, Magnus Mortensen, Tambar, og Nóa Hansen, Vágaskot.
Bárður vann sína hálvfinalu 6 – 0 ímóti Nóa, og hina vann Magnus 6 – 2 á Tummasi. Eisini her var tann størsti spenningurin í bronsudystinum, har tað stóð á jøvnum 4 – 4 eftir fýra umfør. Fimta umfarið vann Nóa, og við tí vann hann eisini duellina samanlagt 6 – 4. Bárður vann finaluna ímóti Magnusi 6 – 2.
Hóast Tummas onki heiðursmerki vann, so kundi hann frøast um at hava sett sítt persónliga met í innleiðandi kappingini, tá hann fekk 266 stig og bleiv nummar tvey.

U12 dreingir berbogi. Magnus Mortensen (Tambar), silvur, Bárður Johannesen (Ørvur), gull, og Nóa Hansen (Vágaskot), bronsu
Tummas Eivindarson úr Tambum vann onki heiðursmerki hesa ferð, men hann kundi kortini frøast um sítt persónliga met, sum hann setti í innleiðandi kappingini, har hann bleiv nummr tvey

Narvi setti føroyskt met
Hjá compound–dreingjunum í U16 skaraði Narvi E. B. Jensen úr Ørvi framúr, tá hann megnaði at seta føroyskt met í innleiðandi kappingini. Hann fekk 575 stig – eitt stig meira enn gamla metið, sum varð skotið í gomlu skipanini, áðrenn barnaskjúttarnir blivu býttir í fleiri aldursbólkar. Av tí, at teir bara vóru tríggir, sum kappaðust í bólkinum, slapp Narvi við sínum fyrstaplássi í innleiðandi kappingini beinleiðis í finaluna, meðan liðfelagarnir Rói Højgaard og Høgni Johannesen, sum blivu ávikavist nummar tvey og trý, skuldu skjóta hálvfinalu. Hana vann Rói 141 – 130, og hann gav eisini Narva skarpan gang í finaluni. Tá av tornaði vann Narvi tó 145 – 141.


Hjá recurve–dreingjunum í U16 vóru teir eisini tríggir, sum kappaðust. Arthur V. Olsen, Tambar, vann innleiðandi kappingina framman fyri Jón Sjúrð Jóhansson úr Vágaskoti og Paula Johannesen úr Ørvi. Bæði Arthur og Pauli settu við ávikavist 494 og 436 stigum síni persónligu met í innleiðandi kappingini.
Pauli gjørdi eisini ein vørr í hálvfinaluni ímóti Jón Sjúrði, tí hóast teir vóru rættiliga javnir umfar fyri umfar, so endaði Pauli við at vinna tey øll trý og harvið hálvfinaluna 6 – 0. Í finaluni var tað tó Arthur, sum var omaná, og hann vann duellina 6 – 2.

U16 dreingir recurve. Pauli Johannesen (Ørvur), silvur, Arthur V. Olsen (Tambar), gull, og Jón Sjúrður Jóhansson (Ørvur), bronsu
————————-
FM-úrslitini hjá U18 og seniorum sunnudagin:
Gentur berbogi, U18, 18 metur
Innleiðandi og endaligt:
Lilja Strøm Winther (Team SuðurSkot), 145+147 = 292.
Dreingir compound, U18, 18 metur
Innleiðandi:
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 277+274 = 551.
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 276+275 = 551.
Finala:
Narvi – Jónas, 140 – 139.
Menn berbogi, 18 metur
Innleiðandi:
Frank Madsen (Team SuðurSkot), 181+183 = 364.
Kaj Olsen (Tambar), 168+193 = 361.
Finala:
Frank – Kaj, 6 – 4.
Kvinnur compound, 18 metur
Innleiðandi og endaligt:
Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 273+283 = 556.
Menn compound, 18 metur:
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 297+292 = 589.
Jógvan Niclasen (Tambar), 282+289 = 571.
Kaj Johannesen (Ørvur), 285+284 = 569.
Bogi Andreasen (Vágaskot), 284+281 = 565.
Magnus Andreassen (Ørvur), 282+280 = 562.
Sámuel Petersen (Ørvur), 280+280 = 560.
Nikkel Petersen (Ørvur), 275+283 = 558.
Jónas B. Poulsen (Ørvur) 277+274 = 551.
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 276+275 = 551.
Tummas P. Hansen (Tambar, 270+266 = 536.
1/8-finalur:
Jónas – Narvi, 142 – 138.
Nikkel – Tummas, 143 – 128.
1/4-finalur:
Jóannes – Jónas, 148 – 136.
Bogi – Magnus, 142 – 138.
Kaj – Sámuel, 140 – 136.
Nikkel – Jógvan, 140 – 140, shoot-off, 9+ – 9.
Hálvfinalur:
Jóannes – Bogi, 144 – 133.
Kaj – Nikkel, 142 – 140.
Bronsudystur:
Bogi – Nikkel, 142 – 140.
Finala:
Kaj – Jóannes, 143 – 143, shoot-off, 10 – 9.
Kvinnur recurve, 18 metur:
Innleiðandi:
Pernille Krogh (Vágaskot), 267+251 = 518.
Amy við Rætt (Ørvur): 258+257 = 515.
Finala:
Pernille – Amy, 7 – 3.
Menn recurve, 18 metur:
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 277+277 = 554.
Pauli Mortensen (Tambar), 257+267 = 524.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 237+236 = 473.
Hálvfinala:
Pauli – Bárður, 5 – 5, shoot-off, 9 – 8.
Finala:
Hans Petur – Pauli, 6 – 0
————————-
Grand Prix
Menn compound:
Nr. 1. Hans Petur Højgaard, 42 GP-stig.
Nr. 2. Pauli Mortensen, 27 GP-stig.
Kvinnur recurve:
Nr. 1 Pernille Krogh, 42 GP-stig.
Nr. 2. Amy við Rætt, 32 GP-stig.
Menn recurve:
Nr. 1. Jóannes Poulsen, 42 GP-stig.
Nr. 2. Nikkel Petersen, 32 GP-stig.
Nr. 3. Kaj Johannesen, 27 GP-stig.
————————-
FM–úrslitini í aldursbólkunum U12 og U16 leygardagin:
Gentur berbogi, U12, 8 metur
Innleiðandi:
Maia Petersen (Ørvur), 190+194 = 384.
Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), 134+141 = 275 (persónligt met).
Ása Joensen (Vágaskot), 56+65 = 121 (persónligt met).
Heiðrun Hansen (Vágaskot), 7+14 = 21.
Hálvfinalur:
Maia – Heiðrun, 6 – 0.
Kitty Gunn – Ása, 6 – 2.
Bronsudystur:
Ása – Heiðrun, 6 – 4.
Finala:
Maia – Kitty Gunn, 6 – 2.
Dreingir berbogi, U12, 8 metur
Innleiðandi:
Bárður Johannesen (Ørvur), 179+178 = 357.
Tummas Eivindarson (Tambar), 145+121 = 266 (persónligt met).
Magnus Mortensen (Tambar), 104+103 = 207.
Nóa Hansen (Vágaskot), 91+81 = 172.
Hálvfinalur:
Bárður – Nóa, 6 – 0.
Magnus – Tummas, 6 – 2.
Bronsudystur:
Nóa – Tummas, 6 – 4.
Finala:
Bárður – Magnus, 6 – 2.
Dreingir compound, U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Juda Petersen (Ørvur), 217+205 = 422.
Gentur berbogi, U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Hannah Martinsdóttir (Tambar), 70+58 = 128.
Gentur compound, U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 270+268 = 538, persónligt met.
Dreingir compound, U16, 12 metur
Innleiðandi:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 286+289 = 575 (føroyskt met).
Rói Højgaard (Ørvur), 278+270 = 548.
Høgni Johannesen (Ørvur), 243+251 = 494.
Hálvfinala:
Rói – Høgni, 141 – 130.
Finala:
Narvi – Rói, 145 – 141.
Dreingir recurve, U16, 12 metur
Innleiðandi:
Arthur V. Olsen (Tambar), 247 + 247 = 494 (persónligt met).
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 223+218= 441.
Pauli Johannesen (Ørvur), 216+220 = 436 (persónligt met).
Hálvinala:
Pauli – Jón Sjúrður, 6 – 0.
Finala:
Arthur – Pauli, 6 – 2.
