Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.03.2026 13:37

Forkunnug vitjan av Mats-Ola og Randi Ishoel

Keldan

Hesa vikuna hava vit í Kelduni forkunnuga vitjan av norsku hjúnunum Mats-Ola og Randi Ishoel. Tey búgva í Moskva og hava fýra børn.

Síðani 1997 hevur Mats-Ola Ishoel verið høvuðspastorur fyri Livets Ord Moskva, ein samkoma í Russlandi, sum veksur skjótt. Undir leiðslu hjá Mats-Ola er samkoman støðugt vaksin, og í dag hoyra yvir 7000 fólk til samkomuna.

Mats-Ola er eisini leiðari fyri Churches of Faith Russian Association of Christians of Evangelical Faith – ein felagsskapur við fleiri enn 400 samkomum í Russlandi.

Hann hevur skrivað bøkurnar “How to build a winning team” (2016), sum er týdd til føroyskt, The ministry of a pastor (2019), “The purpose and blessings of your work” (2021), “Fellowship with God” (2022), og “The main thing” (2023).

Mats-Ola er pastorur hjá pastorum, er víðagitin kristin leiðari og er eftirspurdur at tala og undirvísa nógvastaðni kring heimin. Tí er tað ein framíhjárættur hjá okkum, at hann hevur raðfest at koma til Føroya aftur.

Mats-Ola og Randi vitja í Kelduni í sambandi við, at Mats-Ola fer at undirvísa á BSK í skeiðinum “Leiðsla”.

Tey, sum ikki eru á BSK, kunnu hoyra Mats-Ola prædika á enskum til Awake leygarkvøldið 7. mars kl. 20.00 og sunnumorgunin 8. mars kl. 11.00 á norskum.

Hetta er triðju ferð at tey eru í Føroyum.

Spjaldur