Norðurlandahúsið
Hvussu kannar tú sjálv bróstini fyri knyklar? Snúgva skiftisárini seg bara um hitaríð? Hví liva kvinnur við endometriosu og pínu uttan at fáa hjálp? Hetta verða nakrir av spurningunum á Femifagnaði 7. mars í Norðurlandahúsinum. Dagin eftir verður sorgarleikurin Prima Facie.
Kvinnuheilsa er yvirskipaða evnið, 7. mars, kl. 12 til 16, á Femifagnaði í Norðurlandahúsinum, tá ið Damudomi, Kvinnufelagið og Javnstøðunevndin bjóða til átta stuttar fyrilestrar um m.a. endometriosu, lívmóðursjúnkan og skiftisárini. Millum fyrilestrarhaldararnar eru Turið Johannessen, kommunulækni, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, og Elin Michelsen, samskiftari.
Fyrilestrarnir eru ókeypis og eru til bæði kvinnur, fakfólk og onnur við áhuga fyri heilsu og javnstøðu. Sí alla skránna fyri dagin her: https://www.nlh.fo/?event=12073/heilsustoedan-hja-kvinnum
Dagin eftir, 8. mars kl. 16, heldur Femifagnaður fram við sorgarleikinum Prima Facie, einum væl umtóktum rættardrama um vald, samtykki og rættvísi. Í miðdeplinum stendur Tessa Ensler, kviki og avgjørdi sakførarin, sum vinnur næstan øll rættarmál, inntil hon sjálv er fyri kynsligum ágangi og nú stendur andlit til andlits við eina rættarskipan, sum ikki verjir øll líka. Det Ferösche Compagnie sýnir fram leikin. Eftir leikin verður bjóðað til eitt prát um hvat kann uppkyknað, tá vit nýta leiklist at geva skap til so álvarslig mál sum brotsverk, neyðtøku og samtykki.
Atgongumerki kunnu keypast her: https://www.nlh.fo/?event=12056/prima-facie
