Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.02.2026 12:53

Svimjihøllin Bylgjan steingir í nakrar dagar í mars

Mynd: Eyp.fo

Runavíkar kommuna

Frá mánadegnum 2. mars kl. 8.30 til og við fríggjdagin 6. mars verður Svimjihøllin Bylgjan stongd.

Hesar dagar verða smærri broytingar, betringar og umvælingar gjørdar í svimjihøllini, millum annað við heittvatnsveitingini.

Svimjihøllin letur uppaftur leygardagin hin 7. mars kl. 07.00.

Mánaðarkort vera longd sjálvvirkandi hesar dagar.

Eru spurningar, ber til at venda sær til Sonyu Pratt, leiðara á Ítróttardeplinum í Runavík, tlf. 237046.