Føroya Politi
Fleiri fráboðanir eru komnar inn til Føroya Politi um ung í Føroyum, sum hava fingið eitt leinki sendandi á TikTok. Leinkið er til tænastuna MEGA, sum kann samanberast við Dropbox.
Myndirnar og filmsbrotini, sum verða deild á leinkinum eru ólóglig, og í summum førum er talan um myndatilfar av persónum undir 15 ár.
Um tú antin hevur atgongd til hetta tilfarið frá tínari telefon ella aðrari eind, ella um tú deilir tað, kanst tú verða revsað/ur eftir ásetingunum í revsilógini.
Føroya Politi mælir staðiliga frá at trýsta á leinkið ella senda skýggjamyndir, leinkir ella líknandi víðari.
Um tú fært umrødda leinkið sendandi, mæla vit tær til at:
Taka skýggjamynd av samrøðuni, leinkinum og brúkaranum, sum sendi tær leinkið
Venda tær til Føroya Politi á tlf. 114 skjótast gjørligt.
Áheitan til foreldur![]()
– Vit heita eisini á foreldur um at tosa við børnini og tey ungu um myndasamtykki og myndadeiling.
Føroya Politi er í løtuni í holt við eitt stórt kanningararbeiði í málinum. Tí mæla vit til, at tey, sum hava illgruna um, at myndir ella filmsbrot av teimum eru á leinkinum, venda sær til Føroya Politi mánadagin 23. februar 2026 eftir kl. 9 á tlf. 114 ella senda ein teldupost til politi@politi.fo.
