Tíðindaskriv /Stranda talvfelag
Í Vetur hevur verið kappast í NM (Norðurlendska Meistaraskapið) kappingum fyri børn og ung. Tað hava verið tríggjar kappingar. Fleiri úr Stranda Talvfelag hava luttikið og hava staðið seg væl. Tað er øgiliga stuttligt at síggja, at venjingarnar hjá teim ungu geva úrslit, og at, børnini síggja framgongd. Tey hava stórtrivist hvønn mikudag, og fingið vegleiðing frá Jógvan Juul Olsen. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at John Berg Danielsen gjørdist nummar 2, og skal tí luttaka í NM kapping. ið verður í Danmark 13 til 15 februar.
7. februar var Stranda talvfelag vertur fyri Barna Grand Prix kapping í talvi. Kappingin var tann triðja av 5.
Heili 39 børn luttóku. Kappingin gekk sera væl. 8 telvarar úr Stranda Talvfelag vóru við.
Kappingin var deild upp soleiðis. Yngri, var 4.flokkur og yngri. Eldri 5.flokkur upp til 10.flokk.
Frits Viray Frimundsson gjørdist nummar 1
Frank Viray Frimundsson nummar 2 Treysti í Grund nummar 3.
Hjá teimum eldru var tað
Baldur Bjarnason Jørgensen bleiv nummar 1
Nóel Berglind nummar 2
Christian Nolsø Petersen nummar 3.
Til lukku við tí.
Hjá teim vaksnu, hevur talan verið um misjavnt ár, og endaði Stranda talvfelag í 5. deild í endaumfarinum.
Vit hava telvað tvey umfør í endaumfarinum og vunnu báðar dystirnar.
Tann fyrri móti Rókið 3. Úrslutið gjørdist 3-1 til Stranda talvfelag. Danial og Jógvan telvaðu remis á ávíkivíst 1 og 2. borði. Jóhannes og Grunnveit vunnu síni.
Næsta umfar var móti Kollfirðingum og vunnu okkara aftur 3-1
Abraham vann á 1.borði, Petur Meinhard tapti á 2.borði. Sonni Oddbjørn og John Berg Danielsen vunnu síni.
Triðja umfar verður móti Toftamonnum. Tað verður 22.Februar. Telvað verður í Stranda Skúla.
At enda vilja vit takka telvarum, foreldur og ikki at gloyma Sjóvar Kommunu, fyri tykkara innsats. Uttan tykkum, bar hetta ikki til.
