Sjóvar kommuna
Byggifyritøkan ‘Rókin’ sum í løtini ger havnaútbyggingina á Hulki á Strondum hevur keypt nýggjan krana.
Hesin kranin er tann størsti av sínum slag í Føroyum.
Kranin er av slagnum ‘Grove’ og kann lyfta upp til 300 tons, og røkkur upp til 120 metrar.
Kranin verður brúktur til byggivirksemið hjá Sp/f Rókin, og kemur at gera arbeiði hjá teimum munandi lættari og skjótari.
Borgarstjórin sum fyrr hevur arbeitt við stórum maskinum, slapp eisini at royna kranan.
Sjóvar kommuna ynskir Rókini til lukku við krananum.


