Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2026 12:43

Singapor bjóðar av

Næsta uppgávan hjá Eyðuni Klakstein og toyminum verður venjingardystur móti Singapor hósdagin 26. mars - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Nú er greitt, at fyrri landsdysturin á venjingarleguni í Sameindu Emirríkjunum verður ímóti Singapor hósdagin 26. mars.

Tvær sera spennandi og áhugaverdar landsliðsuppgávur liggja í kortinum, tá A-landsliðið við monnum í mars mánað fer á venjingarlegu í Dubai í Sameindu Emirríkjunum. Umframt venjingar, verða tveir venjingardystir eisini á skránni.

Tann fyrri verður hósdagin 26. mars ímóti Singapor, sum á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er nummar 148. Seinni venjingardysturin verður spældur mánadagin 30. mars, og tá verður tað ímóti Sameindu Emirríkjunum, sum eru nummar 68 á FIFA listanum.

Venjingarlegan í Sameindu Emirríkjunum er týðandi partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League 2026-2027, sum verður spælt í heyst. Lutakastið til UEFA Nations League verður í Brússel í næstu viku, hósdagin 12. februar.

Í juni verða aftur tveir venjingardystir á skránni, men hvørji mótstøðulondini vera, er ikki komið uppá pláss enn.