Løgtingið
16. januar andaðist Jógvan Anfinn Olafsson Durhuus, 87 ára gamal. Jógvan Durhuus, Jógvan á posthúsinum, varð føddur í Vestmanna hin19. februar 1938. Foreldrini vóru Olaf Durhuus, Olaf á posthúsinum, úr Vestmanna, og Anna Sofía Durhuus, fødd Poulsen.
Jógvan fann sær unnustu úr Havn – Hervør við Høgadalsá, dóttir Honnu og Hanus við Høgadalsá, sum umboðaði Tjóðveldi á Løgtingi í samfull 24 ár.
Jógvan og Hervør giftust í mars í 1961og unga parið bygdi sær hús í Vestmanna, ovarlaga á Heygum, har fá hús tá vóru. Jógvan knossaði tilfar, og stríddust tey bæði dúgliga, so familjan kundi seta føtur undir egið borð. Jógvan og Hervør fingu børnini Hanus og tvíburarnar Áslu og Ólav.
Borgarliga starv Jógvans var leiðari á posthúsinum í Vestmanna. Hetta rann í æðrunum.
Tað var abbi Jógvans í móðurlegg, Niels Poulsen, Nils í Búri í Skopun, ið giftist Kristionnu (Christiane) Joensen í Innistovu í Vestmanna, sum í 1923 tók við ábyrgdini av postinum í Vestmanna. Gjørdist brævsavnari, sum tað tá kallaðist. Hann sigldi nógv sum flaggskipari við norskum hvalabátum, og tí var tað í stóran mun konan, Kristianna, sum tók sær av postinum. Niels gekk burtur á Barðinum í 1932, og eftir sat Kristianna við dóttrini Onnu Sofíu og móðurleysu Sigrid, ið hjúnini høvdu tikið til fosturs. Men einkjan fall ikki í fátt og tók nú formliga við starvinum sum brævstøðarkvinna.
Anna Sofía, mamma Jógvan, var einans 17 ára gomul, tá pápin fórst. Unga Anna Sofía droymdi um at lesa til lærara, men lagnan broytti lívsleiðina, og fór hon at hjálpa mammuni, Kristionnu, við posti. Hin 1. februar 1955 tók Anna Sofía yvir leiðsluábyrgdina av postinum, og var hetta sama dag, sum brævstøðin í Vestmanna varð umskipað til postavgreiðslu. Nøkur ár seinni var tað sonurin, Jógvan, ið tók við leiðsluni av posthúsinum, 22 ára gamalur.
Posthúsið var í kjallaranum í húsunum á Heygum, sum gjørdust karmur um lívið hjá Onnu Sofíu og Olafi við synunum trimum. Jógvan var miðlingur. Elstur var Niels, sáli, og yngstur er Kári Durhuus.
Jógvan fekk sostatt nokkso bókstavliga postarbeiði inn við móðurmjólkini, og var tað tí natúrligt, at hann, eftir lokið studentsprógv í 1959, og eitt skifti sum læraravikarur í Vestmanna, fór at arbeiða á posthúsinum. Starvið sum leiðari á posthúsinum røkti hann frá mai 1960 og fleiri áratíggju fram, tó við steðgum í tíðarbilum, tá hann var tingmaður og landsstýris- og varaløgmaður.
Jógvan sigur sjálvur frá postsøguni í Vestmanna í bókini “Postur í Føroyum 1870-2000”, eftir Vilhelm Johannesen, sála.
….
Jógvan Durhuus varð fyrstu ferð valdur á ting í Norðstreymoyar valdømi fyri Tjóðveldisflokkin í 1970, og kom hann hesa fyrstu setuna at sita á tingi saman við verfaðiri sínum, Hanusi við Høgadalsá. Hann sat á tingi til 1980. Hann sat aftur á tingi frá 1984-1990 og frá 1994 til 2002, og eftir hetta var hann varamaður á tingi fyri Nikláa Petersen.
Frá 1975-1990 var hann limur í Fíggjarnevndinini og formaður eitt skifti í 1980.
Í 1985 gjørdist hann landsstýrismaður við ábyrgd av m.ø. búnaðar-, skúla-, orku- og heilsumálum. Hann var eisini varaløgmaður hetta skeiðið frá 1985-89. Hetta var forrestin fyrsta landsstýrið í Føroya søgu, har ein kvinna, seinni tvær, fingu sæti – floksfelagin Jóngerð Purkhús, og seinasta árið Karolina Petersen úr Framsóknarflokkinum.
Jógvan Durhuus var limur í Fiskivinnunevndini frá 1989–1990 og formaður eitt skifti. Eisini var hann limur í Útnorðurráðnum frá 1996–2001 og var formaður ráðsins frá 1999–2001.
…..
Høgni Hoydal, fyrrverandi formaður Tjóðveldis, skrivar so livandi um politisku tíð Jógvans: “Í eina fjórðingsøld var Jógvan Durhuus sostatt týðandi politikari og stríddist fyri stórmálum sum at vinna Føroyum fiskimark út á 200 fjórðingar, at halda Føroyar uttanfyri EEC (ES), fullveldisátøkunum og samráðingunum um aldarskiftið – umframt yvirtøkurnar og tey stóru stigini í samfelags- og vinnulívsmenningini frá 1970 og frameftir.” Síðani nevnir Høgni mong av hjartamálunum hjá Jógvani, sum, umframt sjálvsøgdu loysingarhugsjónina, eisini vóru samstarvið í Útnorðri millum Føroyar, Ísland og Grønland, fiskivinnuskúlin í Vestmanna, sum Jógvan átti heiðurin av, varð staðsettur í Vestmanna. Uttanríkismál og marknaðaratgongd og ymisk lokal viðurskifti í Norðstreymoy, ikki minst í heimbygdini, Vestmanna. Og so nevnir Høgni Hoydal, hvussu errin Jógvan var, tá Postverkið kom á føroyskar hendur í 1976, ímeðan Tjóðveldisflokkurin umsat málið í Tinganesi, og hvussu hann bardist fyri at varðveita posthús kring landið og fyri fakfelagsrættindum hjá postfólki, eisini langt eftir, at hann gavst sum tingmaður.
……..
Í grannalagnum á Heygum, har Jógvan vaks upp, var nógvur tónleikur, og fleiri frægir tónleikarar koma haðani. Áhugin fyri ítrótti var stórur – rógving, hondbólti, og ikki minst varð nógv telvað. Heimið í posthúsinum og grannahúsini – telefonstøðin hjá Samson og Olgu Højgaard – vóru sum eini hús. Og tætt var eisini ímillum til mostrina, Sigrid, og børn hennara. Har var altíð lívligt, og tey vóru sum ein stór familja.
Kári, yngsti bróður Jógvans, er pápi Annu Mariu, dóttur systir mína, og gjørdu hesi bond, at eg sum ung javnan havi verið á gátt í gomlu posthúsunum á Heygum.
Minnist Olaf gamla sita yvir talvborðið, og Onnu Sofíu, ið bjóðaði drekkamunn, løtt uppá sporið og so blíð. Sonn vertskapsfólk, nakað, ið eisini kom at eyðkenna heimið hjá Jógvani og Hervør í Vestmanna og seinni á Argjum.
Sigur tú Vestmanna, mást tú siga hondbóltur, og har var Jógvan, sum vestmenningar flestir – ørur í hondbólti, serliga, tá tey gulbláu spældu, og taldist yngsti bróðurin, Kári, millum fremstu hondbóltsleikarar.
Føroyski dansurin stóð Jógvani og Hervør nær, og gingu hjúnini undan at skipa fyri barnadansi og at føra kvæðaarv okkara víðari. Fekk um dagarnar sendandi eina so góða mynd av teimum báðum, Hervør og Jógvani, sum vakurt par á palli, helst úr Vestmanna, har tey luttóku í fleiri sjónleikum, ið settir vórðu á pall. Ein túr til útróðrar, gjarna saman við synunum og at skjóta harur í Dølum við gisting í Dalhúsi, dámdi Jógvani væl.
Hjúnini bæði skaptu lív og hugna kring seg, og svárt var hjá Jógvani brádliga og púra óvæntað at missa sína Hervør í 2013. Hann, sum alt lív sítt hevði livað og virkað undir liðini á sterkum kvinnum.
Tey, sum kendu Jógvan væl, nevna hansara altíð høviska, blíða og skemtingarsama lyndi. Og hvussu nógv familjan hevði at týða fyri hann. Meg minnist, at Jógvan var sera stuðlandi og við góðum orðum, tá eg kom at umboða tann flokk, hann hevði lagt hjartað og hug í, í so mong ár.
Fyri fáum árum síðani plagdi eg at hitta Jógvan, saman við vinmanninum Peturi, í Yndi. Har Jógvan, hóast so væl komin til árs, rann á rennibandi – so fattur og spelkin. Men fylgjandi árini fór sjúkan avstað við andans gávum og sinni, og seinastu tíðina búði hann á Láargarði, har hann hevði tað gott. Nú januar var hálvrunnin, var tíðin búgvin til, at eisini likamið fór í annað ljós.
………..
Nógv fólk varð komið saman at biðja Jógvani farvæl, tá hann 22. januar varð borin til gravar. Stødd uttanlands var gott at kunna fylgja stroymingini av jarðarferðini úr Vesturkirkjuni.
Prestur talaði um ein fevnandi og umsorganarfullan mann. Ein skemtingarsaman Jógvan, ið vanliga hevði eina góða søgu ella báðar tvær at fortelja, og sum fór væl við fólki. Ein blíðan og fyrikomandi vertskapsmann.
Til “Boðar tú til allar tjóðir”, vakra sálmin hjá Jóannesi Paturssyni, varð kistan borðin út.
….
Góðu Hanus, Ásla og Ólavur við øllum tykkara. Og góði Kári við familju. Djúpa samkenslu senda vit tykkum, og vit minnast Jógvan við takksemi fyri tað, hann var, og alt hann bar landi og fólki.
Friður veri við minninum um tingmannin, landsstýrismannin og varaløgmannin sála, Jógvan Durhuus.
Á Løgtingi 5. februar 2026
Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna
