Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2026 09:19

Jakob Dam valdur í nevndina hjá Handilsvinnufelagnum

Mynd: Handilsvinnufelagið

Handilsvinnufelagið

Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna, og Claus V. Christensen heldur fram sum næstformaður í Handilsvinnufelagnum

Á aðalfundi í Handilsvinnufelagnum mikudagin 15. apríl vórðu Eyðvør Berg og Gunnar Mohr afturvald í nevndina. Sóleyð Hansen stillaði ikki uppaftur, og í hennara stað varð Jakob Dam valdur.

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna, og Claus V. Christensen heldur fram sum næstformaður.

Nevndin í Handilsvinnufelagnum er nú mannað soleiðis, at umframt Eyðvør Berg og Claus V. Christensen sita Gunnar Mohr, Hilmar Sam Lamhauge og Jakob Dam í nevndini. Tiltakslimir eru Karla Egholm og Karsten Hansen.

Handilsvinnufelagið takkar samstundis Sóleyð Hansen fyri arbeiðið í nevndini.