Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.02.2026 16:56

Loysnir, ikki fíggindamyndir

Lesarabræv

Vit hava veruligar trupulleikar á tilflytaraøkinum, ið ávirka verulig fólk her og nú. Hetta eru trupulleikar, sum krevja politiskt arbeiði, fakligar loysnir og ábyrgd. Tí er tað bæði harmiligt og vandamikið, tá kjakið í staðin verður einfaldað til at snúgva seg um ávísar religiónir og fíggindamyndir, ið eru læntar úr øðrum londum.

Í staðin fyri at taka støði í føroyska veruleikanum, verður birt undir ótta, øsing og persónlig álop. Vit hava sæð dømi um, at nøvn verða løgd fram í almenninginum, sum aðrir miðlar hava valt at fjala av trygdarávum, og at einstaklingar verða útihongdir fyri at hava aðrar meiningar. Hetta er ódámligt, hevur veruligar avleiðingar, og tað flytur fokus burtur frá tí politiska arbeiðinum, ið skal gerast.

Kjakið, ið er kyknað í seinastuni, tók støði í, at fólk av muslimskari trúgv hava skrásett seg hjá Skráseting Føroya fyri at stovna eitt muslimskt meditatiónssentur. Hetta hevur, sum hønan, ið byrjaði við at missa eina fjøður, elvt til eitt nógv meira víðfevnt og uppøst kjak um, hvørt vit skulu loyva moskum í Føroyum.

Veruleikin er, at so leingi vit ikki hava egna stýrisskipan, er grundlógin útgangsstøðið fyri allar aðrar lógir, og sambært henni er trúarfrælsið tryggjað. Tað ber tí ikki til at nokta fólki at savnast um sína trúgv. Vit taka eisini sjálvsagt undir við og skulu grunda lógir á mannarættindasáttmálan, ið bæði hevur ásetingar um trúðarfrælsi og savningarfrælsi. Hetta varð eisini sjónligt, tá Bárður á Lakjuni í Vikuskiftissendingini í Kringvarpinum varð spurdur, hvussu hann ítøkiliga ætlar at broyta lógina. Svarið var milt sagt ógreitt, ein burturforkláring heldur enn eitt konkret politiskt útspæl. Tað bendir á, at endamálið ikki er lógararbeiði, men heldur at kynda undir kenslur og øsing í almenninginum.

At skapa fíggindamyndir av muslimum sum bólki hjálpir hvørki integratiónini ella arbeiðinum ímóti radikalisering og ekstremismu. Tvørturímóti skaðar tað. Tað fremur mistrúgv, rasismu og polarisering, og tað ger arbeiðið við teimum veruligu trupulleikunum nógv torførari. Harvið ikki sagt, at vit eiga at hava eina lóg fyri trúarsamfeløg í heila tikið og fíggingina av hesum. 

Men trupulleikarnir á tilflytaraøkinum eru veruligir. Teir snúgva seg um rættindi, arbeiðsviðurskifti, atgongd til undirvísing, heilsu, trivnað og møguleikan at gerast virkin partur av føroyska samfelagnum. Hetta krevur politikk, ikki populismu.

Granskingin hjá Eriku Hayfield vísir greitt, at hóast einstøk átøk eru sett í verk, hevur tilflytaraøkið í stóran mun verið merkt av ikki-politikki. Her haldi eg, at vit mugu taka í egnan barm. Vit hava ikki gjørt nokk. Men taka vit okkum um reiggj, og eydnast vit við at seta greiðar og rættvísar karmar á hesum økinum, er nógv at vinna. Mentanarliga, á arbeiðsmarknaðinum og fyri samfelagið sum heild. Hetta er grundleggjandi fyri Javnaðarflokkin, sum í síni stevnuskrá slær fast, at:

“Frælsi er at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll. Javnstøðu fyri øll, soleiðis at øll hava somu møguleikar og skyldur, óansæð sosialan og etniskan uppruna, kyn, átrúnað ella aðra lívssannføring. Javnaður er ásannanin um, at øll menniskju hava sama virði.”

Religiøs ekstremisma, óansæð trúgv, er ikki gagnlig fyri nakað samfelag. Vit eru heldur ikki ókend við, tá politiskar meiningar verða grundaðar á átrúnað. Vit hava sæð, hvussu trúgv er brúkt sum grundgeving fyri at avmarka rættindi, serliga hjá kvinnum og minnilutabólkum. Tí eigur ávaringin móti ekstremismu at vera samanhangandi og tikin í sínari heild, ikki selektiv og politiskt hent.

Vit hava eisini sæð, hvussu útlendingapolitikkurin í verki hevur svikið. Fast track-skipanin, sett í verk í 2021, hevur verið nógv umrødd, og tað av røttum. Trupulleikin liggur ikki í skjótari málsviðgerð í sær sjálvum, men í einum útlendingalógarverki, ið annaðhvørt er ov opið ella ov stirvið. Í alt ov langa tíð hevur skipanin virkað sum ein fríbillett til arbeiðsgevarar at flyta arbeiðsmegi til landið uttan nøktandi treytir. Hetta má broytast.

Innslagið í Degi og Viku við Fernando Troleis vísti greitt, hvussu skeivt skipanin kann raka. Hann hevur lært føroyskt, arbeiðir, og hevur givið eitt stórt mentanarligt íkast til føroyska samfelagið við undirvísingartilfari, orðabókaarbeiði og umsetingum. Okkum tørvar undirvísarar í føroyskum, men hann sleppur ikki framat vegna stirvnar skipanir. Hetta er eitt dømi um, at lógir, sum eru ov opnar á einum øki og ov stirvnar á øðrum, raka skeivt.

Við hesum í huga eiga vit at leggja orkuna har, hon veruliga hoyrir heima: í ábyrgdarfullum, rættvísum og menniskjaligum politikki. Politikarar hava skyldu at verja fólkaræðið, eisini tá fólkaræðið verður undirgrivið av øsing og fíggindamyndum, ið lata seg útgeva fyri at verja tað, men í veruleikanum gera tað øvuta.

Ingilín D. Strøm