Tíðindaskriv/ Fróðskaparsetur Føroya og Ítróttasamband Føroya
Ráðstevna um ítrótt 2026:
Fríggjadagin 6. februar verður ársins ráðstevna um ítrótt í Kongshøll frá kl. 09.00 – 14.30.
Vit seta ítrótt og samfelag á breddan. Ráðstevnan er almenn. Og málbólkurin er lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttasambond, ítróttafeløg, fakfólk, foreldur og onnur áhugað.
Ráðstevnan hevur fingið heitið: Ítróttur er meira enn bara ítróttur.

Fyrsta evnið verður »ítróttur og samfelag: sólskinssøgur og veruleiki«. Hetta evnið tekur útgangsstøði í børnunum, og vit fáa nýggja føroyska vitan – eins og vitan úr øðrum londum.
Annað evnið verður »ítróttur sum heilivágur«, har vit m.a. hoyra ein føroying greiða frá, hvussu
økt rørsla hevur minkað um heilivágin, umframt sjónarhornið hjá fleiri føroyskum kommununum, og hvussu tær síggja sína ábyrgd, tá tað kemur til ítrótt, ábyrgd og møguleikar.
Triðja evnið verður »úrvalsítróttur – at lyfta føroyska potentialið«. Her fara landsliðsvenjari og ítróttstjóri úr hondbólti og fótbólti at greiða frá, hví tað gongur so væl í løtuni – umframt at vit hoyra um útlendska gransking í dátudrivnari styrkivenjing.
Eisini verður kjak og høvi at seta spurningar.
Ítróttur og styrkivenjing:
Hóskvøldið 5. feburar undan ráðstevnuni skipa vit eisini eitt alment tiltak um ítróttafólk og styrkivenjing. Hetta er eisini í Kongshøll frá kl. 17.30 – 19.00.
Fyrilesturin er almennur, og er ætlaður íðkarum, ið vilja læra meira um styrkivenjing. Venjarum og teimum, ið hava ábyrgd av styrkivenjing í felagi ella ítróttasambandi.
Foreldrum at ungum íðkarum, ið eru byrjaðir at styrkivenja.
Meira kunning og tilmelding til bæði tiltøkini fer fram á www.atgongumerki.fo
Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum: Signar Hilmarson,+298 599779 signar@isf.fo.










