Tíðindaskriv
Á triðja sinni skipa føroysku bókasøvnini fyri Lesaravirðislønini. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur. Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Tilnevndu verkini í ár eru:
Altartalvan eftir Jógvan Isaksen
Altartalvan Tann heilaga kvøldmáltíðin frá 1647 hvørvur úr Havnar kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson, við sínum trúgvu hjálparmonnum, roynir at fáa skil á fløkjuni.
—
Marta Marta eftir Marjun S. Kjelnæs
Sum nítjan ára gomul fór Marta í kibbuts í Jordandalinum. Árið var 1993 og hon setti sær fyri, at gera sær stríð av sínum sansaðu upplivingum, mitt í einum politiskum og átrúnaðarligum brennidepli. Tá ein ísraelsk vinkona kemur til Føroya at vitja hana tretivu ár seinni, er tað heilaga landið meira enn nakrantíð eitt opið sár. Men hví ber ikki til at hyggja at tí, sum tað er? spyr Marta.
—
Svørt Orkidé eftir Vónbjørt Vang
Í lýriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni sigur ein mamma frá sínum royndum at eiga ein son, sum stríðist.
Tú kanst atkvøða her:
Til ber at atkvøða fram til 1. mars.
Lesaravirðislønin verður latin á almennari móttøku á Býarbókasavninum í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta. Virðislønarupphæddin er 30.000 kr
Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.


