Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2026 10:20

Býráðið hitti starvsfelaga úr London

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Eitt kvøldið í farnu viku eydnaðist at bjóða Helga Joensen, sum býr í Weybridge uttanfyri London til eitt prát við býráðið í Eysturkommunu, nú hann er eitt stutt rend í Føroyum.

Høvið var, at hann situr í býráðnum, Elmbridge Borough Council, sum liggur í Surrey County í London-økinum, og áhugi var at skifta orð um býráðsarbeiðið har, at fáa kunning og íblástur, nú ein av okkara lokalu hevur ein slíkan býráðssess í grannalandinum.

Helgi Joensen er úr Syðrugøtu, men hevur búð og starvast í London í mong ár. Hann stillaði upp til Elmbridge Borough Council í 2022 fyri Liberal Democrats. Hann varð valdur og hevur nú skjótt verið í sessinum í 4 ár. Men bretska stjórnin hevur gjørt av at gera umfatandi broytingar og at umskipa ráð í countys og boroughs og at gera samanleggingar. Tí verður verandi býráðssetan longd við einum ári, so at fyrireikingarnar kunnu vera lidnar, tá umskipaða ráðið, sum skal veljast í mai, tekur við í mai í 2027. Helgi skal tí sita 5 ár og ikki 4 ár sum býráðslimur.

Hetta minti okkum á, at eisini her hjá okkum henda broytingar, tá kommunur hava valt at leggja saman, tá landið hevur lagt m.a. eldraøkið og fyrr dagstovnaøkið út til kommunurnar at umsita og tílíkt.

Helgi greiddi frá valskipanini, valdømum, flokkum, samstørvum, nevndum og málum, sum hann hevur arbeitt við. Tað var sera áhugavert, tí okkara skipanir eru heilt ólíkar, hóast nógv gongur aftur, og tey øki, sum ávíkavist county councils og borough councils í løtuni hava ábyrgd av, eru á mangan hátt eitt sindur øðrvísi enn, hvussu kommunubygnaðurin í Føroyum er skipaður.

Eisini var kveikjandi at skifta orð um politiska uppstilling í mun til borgaralistar, um at hava infrastruktur til at føra valstríð, at hava flokseyðkend mál og politiska stevnu o.s.fr. í býráðsarbeiði.

Býráðshúsið í Norðragøtu var karmur um eitt lívligt samskifti millum starvsfelagar hetta kvøldið, og enn einaferð vórðu vit øll mint á týdningin av bæði smærri og størri málsøkjum í nærdemokratinum, og á ta ábyrgd, ið liggur á býráði og býráðslimum.

Býráðið í Eysturkommunu takkar Helga Joensen frá Elmbridge Borough Council fyri vitjanina, fyri íblásturin og ynskir honum hepna hond í arbeiðinum framhaldandi.

Spjaldur