Eiðis kommuna
Í morgin týsdagin 03.02.2026 verða ábøtur gjørdar á rulluportrið uppi á Grind.
Arbeiðið kemur at tarna ferðsluni nakað. Ferðslan verður førd við síðuni av rulluportrinum meðan arbeiðið er í gongd.
Væntast kann at nakað av seyði kemur at vera í Eiðis bygd hesar dagarnar, seyðurin verður koyrdur út aftur, so skjótt arbeiðið er liðugt.
Arbeiðið væntast at taka tveir til tríggjar dagar.
