Sámal Sunnudag
Tjóðveldi – áður Tjóðveldisflokkurin – hevur eitt rættiliga serstakt navn, ið kundi bent á, at talan er um ein nationalistiskan flokk. Tjóð merkir jú natión, og sostatt merkir tjóðveldi í grundini “nationalt ræði”. Men á donskum nevnist flokkurin Republikanerne og á enskum bert Republic. Man kundi tá trúð, at talan var um ein republikanskan flokk, men hóast flokkurin partvíst er republikanskur – m.a. ímóti kongshúsinum, er hetta ikki høvuðstýdningurin handan floksnavnið. Heldur snýr tað seg um at tjóðin skal valda sær sjálvari, vera ein sjálvstøðug republikk. So langt so gott. Trupulleikin er bara, at republikk eitur ikki tjóðveldi á føroyskum, men lýðveldi.
Kring Europa er í løtuni ein risastór tjóðskaparbylgja – ein nationalistisk bylgja. Nationalkonservativir og nationalpopulistiskir flokkar vaksa seg stórar í Svøríki, Bretlandi, Týsklandi, Frankaríki, Italia – ja, í flest øllum europeiskum londum. Samstundis síggja vit Tjóðveldi við víkjandi undirtøku. Tað er fyrsta paradoksið. Sambært seinastu veljarakanning fær flokkurin einans 5 tinglimir og góð 16% av atkvøðunum. Hetta er sera lítið í mun til ta undirtøku flokkurin plagdi at hava.
Les meira her
