Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2026 10:41

Nýggj felags móttøka til krabbameinsávísingar í Sjúkrahúsverkinum

Mynd: Almanna- og heilsumálaráðið

Almanna- og heilsumálaráðið

Ein nýggj felags móttøka fyri ávísingar við illgruna um krabbamein, sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum. Endamálið við móttøkuni er at tryggja, at allar krabbameinsávísingar skjótari og lættari koma á rætta stað, so útgreining og viðgerð kann fara í gongd uttan óneyðugt drál. Hetta er sambært tilmæli í Krabbameinsætlanini frá 2022.

Tað vil siga, at tá ið kommunulæknar framyvir skulu senda ávísingar har illgruni er um krabbamein, tá skulu ávísingarnar sendast til móttøkueindina – Krabbaútgreining.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fegnast um nýggju móttøkueindina:

Tað er sera jaligt, at eitt týðandi tilmæli í Krabbameinsætlanini nú verður sett í verk. Við einari felags móttøku fáa vit eina greiðari og tryggari skipan, sum kann stytta bíðitíðir og gera sjúklingagongdirnar betri, tá illgruni er um krabbamein.

Nýggja móttøkan verður staðsett og skipað á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, har ávísingar verða mettar og neyðugar kanningar bílagdar skjótast gjørligt.

Sjúkrahúsverkið væntar, at nýggja skipanin fer at geva betri yvirlit og skrásetingar umframt  lættari arbeiðsgongdir hjá bæði kommunulæknum og sjúkrahúsverkinum – og fram um alt tryggja, at útgreining og viðgerð verður sett í verk skjótast gjørligt, tá illgruni er um krabbamein.

Kunning og leiðreglur fyri fakfólk eru tøkar á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum – Krabbaútgreining – Sjúkrahúsverkið