Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2026 15:04

NSÍ fingið íslendskan styrk

NSÍ hevur í dag styrkt seg við einum íslendskum leikara.

NSÍ skrivar:

NSÍ hevur skrivað sáttmála við íslendska Alex Freyr Elísson. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026.

28 ára gamli Alex er ein høgrabeintur verjuleikari. Hann kann eisini taka ein meira álopskendan leiklut á høgru síðu á seg.

Alex byrjaði sína yrkisleið í Fram Reykjavík í 2014. Alex hevur einans leikt í Íslandi, har hann hevur umboðað feløg sum Fram Reykjavík, Breiðablik, KA Akureyri og Njardvik.

Vit í NSÍ ynskja Alex hjartaliga vælkomnan til felagið. Vit fegnast um, at Alex kemur at spæla við Løkin í 2026, og vit ynskja honum alt tað besta í komandi kappingarárið.