Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2026 13:54

Eiðis róðrarfelag sett nýggjan venjara

Mynd: Eiðis róðrarfelag

Eiðis róðrarfelag boðar frá at felagið hevur sett nýggjan venjara.

Týsdagin 27. januar hevði Eiðis róðrarfelag manningarfund. Fleiri ungdómar vóru á fundinum, og komandi kappingarár sær ógvuliga spennandi út sigur felagið. Tvey nýgg 5-mannafør eru á veg, og tað verða væntandi 4 til 6 manningar.

Á fundinum varð kunngjørt, at felagið hevur sett nýggjan venjara. Talan er um 41 ára gamla klaksvíkingin John Reid Ziska Jacobsen, sum er búsitandi í Havn og hevur drúgvar royndir innan kappróður.